Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Prísur v/MVG |
---|
Frímerki vunnið 3. pláss í týskari kapping.
Á frímerkjamessu í Essen í Týsklandi varð í gjár avdúkað, at Føroyar vunnu 3. pláss í stórari frímerkjakapping ímillum evropeisk postverk. Tað var frímerkjaútgávan við Norrønu frá 2014, ið varð kosin vinnari. Týskland vann 1. plássi og Sveis var nummar 2. So sigast kann, at vit eru í góðum “selskapi”. Kappingin, ið er millum týskar frímerkjasavnarar, er afturvendandi á hvørjum ári. Vit eru sera errin av heiðrinum.
Á myndini eru Ingun Olsen, leiðari á Frímerkjadeildini, Svanbjørg Manai, Filatelistjóri og Jan Billion frá blaðnum Deutsche Briefmarken-Revue.