í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Trygg og álítandi umsiting av tínum gjaldskortupplýsingum

Vit kunnu bjóða tær at gjalda skjótt og trygt við gjaldskorti her á síðuni. Harumframt ber til at skráseta títt gjaldskort, soleiðis at øll gjøld fyri keyp á síðuni verða sjálvvirkandi tikin av kortinum. Mannagongdin er tann, at tú skrásetur títt gjaldskort á her síðuni, um tú ynskir at gjalda fyri bíleggingar og hald við korti. Hetta er galdandi fyri allar bíleggingar, tað veri seg við telduposti, brævi, telefon ella á heimasíðuni. 

Hevur tú skrásett títt gjaldskort á stamps.fo, verða komandi gjøld fyri hald og bíleggingar sjálvvirkandi tikin av kortinum.

Spurningar?

Situr tú eftir við møguligum spurningum, ring so til kundatænastu okkara á telefon 346200, send ein teldupost til stamps@posta.fo ella skriva til okkum við at nýta teigin "Spyr okkum" vinstrumegin.

Vit vegleiða fegin.

 

Hvussu geri eg?

Neyðugt er at stovna eina kundakonto á stamps.fo, um tú ynskir at brúka sjálvvirkandi gjaldsskipanina.

Hevur tú onga kundakonto á stamps.fo? Fá tær eina í dag:

  1. Trýst á “Stovna kundakonto
  2. Tú fært nú ein teldupost við einum loyniorði. Gev gætur, at hesin teldupostur verður einans sendur út í millum kl. 08:00-16:00 gerandisdagar.
  3. Nú kanst tú rita inn á tína kundakonto, og skráseta títt gjaldskort. Hetta gert tú við at trýsta á navnið hjá tær, sum stendur í breddanum ovast á síðuni.

 

Tú hevur longu eina kundakonto hjá okkum

Um tú longu hevur eina kundakonto, skalt tú bert rita inn her á síðuni og skráseta títt gjaldskort. Hetta gert tú við at trýsta á navnið hjá tær, sum stendur í breddanum ovast á síðuni.

|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin