í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Úr 4 niður í 3 haldarasendingar um árið

Frímerkjadeildin hevur gjørt av at geva færri frímerki út í 2022.

Orsøkin er fyrst og fremst tann, at tørvurin á frímerkjum til postgjald minkar ár undan ári. Alt í samfelagnum gerst dýrari – eisini brævasendingar.

Við hesum í huga hava vit nú tillagað útgávuætlanina, so vit hava tríggjar haldarasendingar í staðin fyri fýra. Tvær sendingar fyrra hálvár og eina sending seinna hálvár.

Ársins seinasta haldarasending er í oktobur og saman við henni er eisini jólaútgávan, t.v.s. jólamerki, árbók og ársmappa.

|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin