Úrslitið av atkvøðuni um ársins frímerki 2025 er nú tøkt .
Vit fegnast um at kunna kunngera úrslitið av atkvøðugreiðsluni um Ársins frímerki 2025.
1. pláss – Stabbagrót Vinnarin gjørdist smáarkið Stabbagrót, teknað og graverað av viðurkenda listamanninum Martin Mörck. Frímerkið myndar eitt hugtakandi jarðfrøðiligt fyribrigdi - stabbagrót í Kulugjógv í Froðba.
2. pláss – Friðardúgvan Á øðrum plássi kemur Friðardúgvan, fyrsta føroyska broderaða frímerkið. Útgávan er partur av einari altjóða felagsútgávu, sum er gjørd í samstarvi millum evropeisk lond, ST og Heimspostfelagsskapin (UPU) fyri at varpa ljós á týdningin av friði í heiminum. Sniðgevi er Iris Hämmerle.
3. pláss – Víkar Triðja plássið fer til frímerkið av Víkum, avtoftaðu bygdini norðanfyri á Vágoynni. Bygdin varð grundað í 1830’unum og í 1910 fluttu seinastu fólkini haðani. Frímerkið vísir stórslignu náttúruna, sum eyðkennir hetta avbyrgda staðið. Myndina tók Thomas Vikre.
Millum øll, sum luttóku í atkvøðugreiðsluni, varð eisini drigið lut um fleiri filatelistiskar vinningar. Vinnararnir hava fingið beinleiðis boð.
Vit takka øllum, sum tóku lut í atkvøðugreiðsluni.