Ársins frímerki 2024
Kundar okkara hava atkvøtt og valt ársins vakrasta frímerki fyri 2024.
Ársins frímerki 2024 – vit hava funnið vinnaran!
Vit fegnast um at kunngera úrslitið av atkvøðugreiðsluni um ársins frímerki 2024.
🏆 𝟭𝘀𝘁 𝗽𝗹𝗮𝗰𝗲: Vinnarin gjørdist vakra smáarkið "Tær fýra árstíðirnar", sum Heiðrik á Heygum hevur sniðgivið. Hetta varð upprunaliga givið út sum kryptofrímerki - tey fyrstu í Norðurlondum — og seinni sum vanlig frímerki í hesum vakra arkinum í juni.
🥈 𝟮𝗻𝗱 𝗽𝗹𝗮𝗰𝗲: Á øðrum plássi er frímerkið "Heimsfilmur II: Tindhólmur", við eini serliga vakrari mynd av Tindhólmi. Ævintýrafilmurin "Peter Pan & Wendy" frá 2023 er partvíst tikin upp í Føroyum, m.a. í Tindhólmi, Mykinesi og við Trælanípuna. Mynd: Andrija Ilic.
🥉 𝟯𝗿𝗱 𝗽𝗹𝗮𝗰𝗲: Á triðja plássi er smáarkið "HAFNIA 24", ein av serútgávunum hetta árið. Kendi listamaðurin, Martin Mörck hevur snigivið og graverað smáarkið, sum heiðrar at tað eru 400 ár liðin síðan Christian 4. kongur innførdi skipaðan postflutning í danska ríkinum.
Lutakast hevur verið og hava vinnararnir fingið beinleiðis boð.
Vit takka fyri luttøku og ynskja vinnarunum hjartaliga til lukku.