í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Ársins frímerki 2022

Kundar okkara hava atkvøtt og valt ársins vakrasta frímerki fyri 2022.

Ársins vakrasta frímerki

Vit kunnu hervið avdúka úrslitið av atkvøðuni, og var tað smáarkið við Margretu drotning, sum fór við sigrinum.
Smáarkið varð givið út tann 14. januar 2022 í sambandi við at Margreta drotning hevði sitið hálva øld á trónuni hendan dagin.
Norski listamaðurin, Martin Mörck hevur sniðgivið og graverað frímerkið.

Á ávikavist 2. og 3. plássi komu frímerkini "Norðlýsi", mynd eftir Árna Øregaard, og "Kalsoy", mynd eftir Jákup Brúsá.

Lutakast hevur verið um vinningarnar, og hava teir fingið boð um hetta.
Vinningarnir eru sendir teimum. Vit takka fyri luttøkuna.

|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin