í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Vælkomin á nýggju stamps.fo!

 

Vit eru sera fegin um at bjóða tær vælkomnum á okkara nýggju heimasíðu.

 

Brúkari
Stovna tær eina brúkarakonto við at trýsta á “Innrita” ovast á síðuni, síðan fært tú eitt loyniorð við telduposti. Tað er ein fyrimunur at vera innritað/ur, tí so sært tú, um tú eigur pening til góðar á tíni kundakonto hjá okkum.

 

Leita
Á nýggju heimasíðuni hava vit lagt okkum eftir, at kundin og frímerkini skulu vera í hásæti. Tað er sera lætt at finna ávísar vørur – antin eftir evni ella ári, og um tú ikki finnur tað, tú leitar eftir, ber til at brúka leititeigin ovast á síðuni, sum skjótt og lætt leitar fyri teg.

 

Søga
Vit hava valt at leggja tey gomlu frímerkini á síðuna, soleiðis at ein kann síggja øll frímerki, sum eru givin út síðan 1975 og lesa søguna aftanfyri frímerki. Tekstur manglar til nakrar av teimum gomlu frímerkjaútgávunum, men hann verður lagdur út so við og við. Gevið gætur! gomlu frímerkini eru ikki til sølu longur.

 

Vørur
Allar vørur, sum vit hava at selja, kunnu nú síggjast á síðuni, og sum nakað nýtt ber eisini til at síggja heilørk og stemplaðar vørur. Tað er skjótt og lætt at leggja í kurv og at fullfíggja keypið.

 

Hald
Sum nakað nýtt ber nú til at tekna hald uppá frímerki á síðuni. Vel “Tekna hald” niðast á síðuni, vel  síðan vørurnar, sum tú ynskir at hava hald uppá og send okkum navn og bústað. So fært tú nýggjastu frímerkini sendandi við postinum, so hvørt tey verða givin út.

 

Feedback
Vit vóna, at tú tekur tær tíð til at síggja hvat nýggja síðan hevur at bjóða. Tú ert vælkomin at senda okkum ein teldupost á stamps@posta.fo við viðmerkingum um nýggju síðuna.

 

Vinaliga

Posta Stamps

 

|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin