í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Svanbjørg Manai, 40 ára starvsdag

Svanbjørg Manai, 40 ára starvsdag.

 

Tey munnu vera fá, ið ikki hava fingið við, at Posta í ár kann hátíðarhalda sín 40 áradag. 1. apríl 1976 varð føroyska deildin hjá Post Danmark loyst frá stovninum og gjørdist okkara egna Postverk Føroya, seinni Posta.


Men javngongd við ársdagin hjá stovninum, er søgan um karismatiska stjóran á frímerkjadeildini, Svanbjørg Manai, sum eisini hevði 40 ára starvsdag tann 1. apríl. Hon hevur nevniliga verið við frá fyrstu byrjan – og er við árunum vorðin meira ella minni samgildin við virkið.

Tá Postverkið í sínari tíð skuldi stovna nýggju frímerkjadeildina, varð tann unga Svanbjørg Manai úr Havn headhuntað fyri sín málkunnleika. Nýggja deildin hevði brúk fyri málkønum fólki til kundatænastuna – og Svanbjørg varð sett í starv saman við tveimum øðrum. Fyrstu tíðina sum tímalønt – hon hevði ikki ætlanir um at vera verandi í starvinum. Hóast táverandi starvsfólkastjórin, A. G. Nielsen, hvønn mánað, tá lønin varð útgoldin, spurdi Svanbjørg, um hon ikki vildi gerast fastlønt, segði hon nei takk.

Orsøkin til at Svanbjørg helt seg aftur var, at hon í roynd og veru bara hevði ætlanir at vera heima stutta tíð. Hon hevði frammanundan búð í Týsklandi, Fraklandi og Norra og ætlaði sær út aftur at ferðast, áðrenn hon tók við føstum starvi. Tað ljóðar rættuliga stuttligt fyri okkum, ið hava fylgt Svanbjørg millum ár og dag. Hon man vera ein av teimum føroyingum, ið hevur ferðast mest runt um í heiminum - í júst arbeiðsørindum. Tað var leingi sagt í skemti, at ringdi man til Svanbjørg, visti man aldrin hvørjum landi hon svaraði frá.

Frímerkjadeildin var longu frá byrjan ein nútímans fyritøka. Við fyrsta stjóranum, Jørgen Gunnarson, sum júst var heimkomin úr USA, varð EDV tikið í nýtslu í kundatænastuni. Menningin helt fram, tá Knud Wacher tók við leiðsluni. Kundarøktin hjá frímerkjadeildini var frammanfyri sína tíð í Føroyskum høpi – og deildin legði stóra orku í søluarbeiði, við at luttaka í framsýningum og tiltøkum runt um í heiminum. Og tað fall Svanbjørg í lut, saman við øðrum, at umboða frímerkjadeildina úteftir. Hon, ið ikki vildi setast í fast starv orsaka av ferðaætlanum, var áhaldandi á ferð runt íkring í arbeiðsørindum.

Í 1986 var ein rættulig søludeild sett á stovn á frímerkjadeildini – og Svanbjørg varð sett sum leiðari. Saman við stjóranum á frímerkjadeildini, tí líka so karismatiska Knud Wacher, og stjóranum í Postverk Føroya, Esbern Midjord, var hon partur av einum symbiotiskum sparring-toymi. Wacher var nýtíðar bureaukraturin og leiðarin, ið tók sær av rakstri og fyrisiting, men ikki brýggjaði seg serligt um ferðing og umboðan. Svanbjørg gjørdist tí andlit og umboð fyri frímerkjadeildina úteftir. Fram til 1998, tá Midjord fór frá vegna aldur, skipaðu tey fyri myndevni, framleiðslu og marknaðarføring av frímerkjunum.

Samstarvið við Knud Wacher helt fram – og tær leiðreglur tey komu fram til, eru framvegis galdandi fyri føroyskar frímerkjaútgávur. Hvørt frímerki skal siga eina søgu og virka sum ein lítil gluggi inn í føroyska mentan, søgu og viðurskifti annars. Søluhátturin er útvendur og dentur verður lagdur á umboðan úti í heimi.

Tá Wacher legði frá sær í 2006, avloysti Svanbjørg hann í stjórasessinum. Hesa tíðina vóru umfatandi umleggingar framdar – stovnurin Postverk Føroya varð til partafelagið Posta. Hetta var eitt ókyrt tíðarskeið. Orsakað av broyttum fortreytum fyri postflutning yvirhøvur, var neyðugt við umfatandi umleggingum og rationalisering – og nýggja fyritøkan hevur nú funnið sína legu sum nútímans logistikfyritøka og frímerkjaútgevi.

Og í ár kann Svanbjørg Manai hátíðarhalda 40 ára starvsdagin saman við Posta. Tað hava verið hendingarík ár fyri gentuna, ið ikki vildi í fast starv vegna ferðahug. Við árunum man hon tilsamans hava ferðast fleiri ferðir kring jarðarknøttin - samstundis sum hon hevur verið undangongufólk millum føroyskar kvinnur, í sínum eginleika sum leiðari uttanfyri siðbundin kvinnustørv. Men kenna vit hana rætt, hugsar hon ikki stórvegis um tað – Svanbjørg hevur enn, sum fyrr, eyguni fest á sjónarringin.

Til lukku við teimum 40 starvsárunum, Svanbjørg! Vónandi liggja mangar og áhugaverdar ferðir fyri framman!

|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin