í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Posta Stamps blaðið í nýggjum hami

Kunning um Posta Stamps blaðið, sum verður sent ókeypis til allar okkara kundar.

Vegna hækkandi framleiðslukostnað av blaðnum eru vit í tí keðiligu støðu, at vit eru noydd at gevast við blaðnum í verandi líki og fara ístaðin at senda ein minni faldara út við myndum og upplýsingum um komandi útgávur umframt ein bíleggingarseðil. Vit seta stóran prís uppá og vilja takka tær fyri, at tú skilur okkara avgerð hesum viðvíkjandi.

Hóast vanliga blaðið ikki longur kemur út, so verða allir útgávutekstir tøkir her á heimasíðuni og eisini – kanska enn betri og meira spennandi – verða allir tekstirnir tøkir í árbók okkara, sum verður givin út í oktobur hvørt ár. Í árbókini eru øll okkara frímerki og smáørk umframt ein rúgva av vøkrum myndum.

Enn einaferð takk fyri og vit gleða okkum at vísa tær allar tær spennandi útgávurnar komandi árini.


Við filatelistkvøðu,

Ingun N. Olsen
Leiðari á frímerkjadeildini

 

|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin