í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Frímerkjadeildin fær nýggjan leiðara

Ingun N. Olsen er nýggjur leiðari á Frímerkjadeildini.

Tað er mær ein gleði at boða frá, at Ingun Nolsøe Olsen er sett í starv sum nýggjur leiðari á Frímerkjadeildini.

Ingun varð sett í starv á Frímerkjadeildini í januar 2016. Hon kom frá einum góðum starvi sum deildarleiðari hjá Boots í Manchester. Ingun er Bachelor í Business Economics & Tourism og hevur eina kandidatútbúgving í Business Management frá University of Manchester.

Longu frá byrjanini var tað meiningin, at hon skuldi taka við eftir meg, og má eg siga, at tað var eitt gott val. Ingun er sera vælegnað til starvið, tí hon hevur eyga fyri hvussu frímerkjaútgávurnar skulu leggjast til rættis. Harafturat hevur hon áhuga í list, mentan og søgu og tað hevur stóran týdning, um ein skal kunna lýsa allar síður av føroyska samfelagnum. Hon er ein dugnaligur leiðari og er framskygd.

Tann 1. desembur 2021 fór eg niður í hálva tíð, men haldi tó fram enn eina tíð knýtt at Frímerkjadeildini - tó eisini við øðrum uppgávum.

Eg og øll starvsfólkini ynskja Ingun góða eydnu sum leiðara av Frímerkjadeildini.

Svanbjørg Manai

|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin