í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Trygg og álítandi umsiting av tínum gjaldskortsupplýsingum

Vegna broytta og herda lóggávu, broyta vit nú mannagongd viðvíkjandi nýtslu av gjaldskorti. Tú skalt ikki longur senda okkum tínar kortupplýsingar. Frameftir skalt tú sjálv/ur skráseta títt gjaldskort á heimasíðu okkara, um tú ynskir at gjalda fyri bíleggingar við korti. Hetta er galdandi fyri allar bíleggingar, tað veri seg við telduposti, brævi, telefon ella á heimasíðuni. 

Hevur tú skrásett títt gjaldskort á heimasíðuni, verða gjøldini fyri hald og bíleggingar sjálvvirkandi tikin av kortinum.

Spurningar?

Situr tú eftir við møguligum spurningum, ring so til kundatænastu okkara á telefon 346200, send ein teldupost til stamps@posta.fo ella skriva til okkum við at nýta teigin "Spyr okkum" vinstrumegin.

Vit vegleiða fegin.

 

Hvussu geri eg?

Hevur tú onga netkonto á stamps.fo? Fá tær eina í dag:

  1. Trýst á “Stovna konto
  2. Tú fært nú ein teldupost við einum loyniorði. Gev gætur, at hesin teldupostur verður einans sendur út í millum kl. 08:00-16:00 gerandisdagar.
  3. Nú kanst tú rita inn á tína netkonto, og skráseta títt gjaldskort. Hetta gert tú við at trýsta á navnið hjá tær, sum stendur í breddanum ovast á síðuni.

 

Tú hevur longu eina netkonto hjá okkum?

Um tú longu hevur eina netkonto, skalt tú bert rita inn her á síðuni og skráseta títt gjaldskort. Hetta gert tú við at trýsta á navnið hjá tær, sum stendur í breddanum ovast á síðuni.

|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin