í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG
Útgávudagur 23.04.2018 Virði: 14,00 og 22,00 kr Nummar: FO 887-888. Frímerkjastødd: 30 x 40 mm. Listafólk: Suffía Nón. Prentingarháttur: offset. Prentsmiðja: Cartor Security Printing, Frakland. Postgjaldsbólkur: stórbrøv innanoyggja og stórbrøv til Evropu - 0-50 gr

Fuglafjarðar Kommuna 100 ár - Fyrstadagsstemplað

Fuglafjarðar Kommuna 1918 – 2018

Útgávudagur: 23-04-2018
Vørunr.: FFG020418
Virði: 36,00


Kommuna í 100 ár, skapandi staður í 1000 ár

Fuglafjørður liggur djúpt inni í einum væl vardum firði. Kringsettur av sjey høgum fjøllum liggur hesin lívligi, lítli býur við litføgrum húsum eftir fjallasíðunum og krokar rundan um ein vakran foss og ein fjálgan sand. Hetta hevur verið vælumtókt búpláss heilt aftur í forna tíð, tí her vóru allar fortreytir fyri búseting og menning: Náttúruhavn beint við bestu fiskimið, áarvatn, grønur bøur og góður sólargangur, hóast høg fjøll.

Toftarannsóknir

Lítið er nevnt um Fuglafjørð í gomlum skrivligum keldum. Men at hetta hevur verið búpláss leingi, vísti ein fornfrøðiligur útgrevstur í 1958 á Oyruni við Gjógvará. Sverri Dahl, fornfrøðingur, stóð fyri útgrevstrinum. Grivið varð niður á fleiri eldri húsatoftir, átta tilsamans upp ígjøgnum tíðina, har fleiri spennandi brúkslutir og búnýtir eisini komu undan kavi. Mett varð, at niðastu húsatoftirnar og lutirnir haðani vóru frá víkingatíð, leystliga frá umleið ár 1000 e. Kr. Niðasta húsið vísti seg at vera eini langhús, sum líktust teimum, sum eisini eru funnin í Leirvík og Kvívík, tað vil siga, millum 15 - 20 metrar langt, tó at broytingar í lendinum við áarmunnan her hava gjørt, at annar endin av húsunum er horvin út í ánna.

Ymiskir lutir vórðu funnir, t.d. ymisk træ- og steiníløt, heslinøtur, brýnir, leikur, talvfólk ella líknandi og ein vaðsteinur við einum íhøgdum mynstri, sum verður nevndur Johannesarkrossurin, og sum vit í dag kenna sum teknið fyri fornminni á skeltum og kortum. Harumframt vóru perlur úr glasi - grønar, bláar og gular - funnar. 

Bandflættumynstrið

Serliga spennandi er tó ein ískorin fjøl, sum helst hevur verið lokið á einum kistli.

Kámt hómast eitt dupult bandflættumynstur ringja seg regluliga runt á fjølini. Mynstrið er høgt soleiðis í, at tað stingur seg uppúr yvirflatuni. Fjølin er illa farin, annar endin brotin, og bara partur av mynstrinum sæst. Tó er ikki er torført at síggja, hvussu mynstrið man hava hava sæð út í síni heild (sí frímerki). Mynstrið er eitt av mongum dømum um keltiskt snið, sum verður partur í keltiskt-norrønu blandingsmentanini, sum gerst eykenni fyri vestara partin av víkingaheiminum. Mynstrið er í dag kent undir heitinum ’The Celtic quaternary knot’ ella ’keltiski ferhyrnti knúturin’. 

Higartil er hetta einasta slíka ískorna træðsprek við mynstri á, sum vit kenna til í Føroyum frá teirri tíðini, men kortini eru tó nakrir líknandi lutir funnir við keltiskum mynstri ella við íblástri úr keltiskum sniði, t.d. tvær bronsunálir og eitt bronsuáslag.

Ískorna fjølin er ikki fullkomin, hvørki sum mynstur ella handverksliga. Tó hava vit, við ískorna dupulta bandflættumynstrinum, fingið eitt elligamalt, vakurt og gátuført mynstur, sum vitnar um ein gerandisdag fyri eini 1000 árum síðani, har brúkslist eisini átti sín part. Sandlíkt er, at landnámsmenn hava havt kistilin ella lutin við sær til Føroya, tó ber eisini til at ímynda sær, at mynstrið kann vera telgt í fjølina niðri við langeldin í húsunum á Oyruni. 

Ja, nógvir spurningar stinga seg upp. Hvat munnu tey, ið áttu kistilin, hava fingist við dagliga? Hvørji vóru tey? Munnu glasperlurnar hava ligið í kistlinum? Fluttu fólkini avstað aftur, ella hvat hendi við teimum? Man mynstrið hava havt ein súmbolskan ella religiøsan týdning, ella var tað bert ein partur av útbreidda keltiskt-norrøna mótarákinum tá í tíðini?

Mynstrið livir nú í øllum førum aftur millum manna. Tað hugtekur, fortelur um farnar tíðir og kveikir komandi.

Portrið til verðina

Hugurin at skapa livir enn her. Fuglafjørður er kendur sum ein býur við kreativum fólki og spennandi tiltøkum. Her eru dugnalig sangkór, vælspælandi hornorkestur, eitt dúgligt heimavirkishús og gallarí, Mentanarhúsið við nógvum fjølbroyttum tiltøkum, listafólk og ymisk ítróttarfeløg. Harumframt eru fleiri stevnur, so sum Varmakeldustevnan, Bindifestivalurin, Harmonikutreffið og Mentanardagar.

Í 2004 var serliga nógv gjørt burtur úr einari Varmakeldustevnu, sum fekk heitið Menniskjan í søgu og søgn. Hendan listastevnan hevði skapandi listafólk úr Føroyum og útlondum, sum vóru saman um at skapa bæði løtubarar og varandi listarligar upplivingar. Millum serskrivaðar kantatir, modernaðan dans í bátahylinum, listaframsýningar o.a., varð við bátahylin eisini sett upp eitt stórt listaverk, sum enn vekir gleði og ans í býarrúminum. Danski listabólkurin 7-9-13 við Anette og Michael Arleth og Em Hess gjørdu hetta verkið, sum kallast ‘Portrið til verðina’ og hevur fimm stórar skulpturar, sum ímynda stór klettaportur gjørd úr jarni. Skulpturfamiljan er gjørd við íblástri úr myndaverðini hjá Williami Heinesen, og bæði í og á hesum portrum eru figurar, so sum marmenlar, fuglar og fiskar. Listaverkið spælir við kontrastirnar millum skroypilig pappírsklipp og varandi rustað jarntilfar, millum søgn og vinnu, list og grót, har tað liggur á eggini millum hav og bý, millum tað villa og tað tamda, eitt portur út í heim og inn í heim.

 

Fuglafjarðar kommuna

|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin