í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG
Útgávudagur: 08.03.2021. Virði: 39,00 kr. Nummar: FO 955. Frímerkjastødd: 30,0 x 42,0 mm. Sniðgeving: Anker Eli Petersen. Prentingarháttur: offsett. Prentsmiðja: La Poste, Frakland. Postgjaldsbólkur: Innanoyggja brævpakkar, 0-500 gr.

Andrea Árting - Fyrstadagsstemplað

Andrea Árting var forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag í samfull 40 ár.

Útgávudagur: 08-03-2021
Vørunr.: FFG000955
Virði: 39,00


DKK 39,00
€5,22

Keyp
-
0
+


Andrea Árting 
Havnar Arbeiðskvinnufelag 85 ár - 1936-2021
Ein tunn eldri dama í hatti og frakka, sum brosaði fryntliga og heilsaði, tá man hitti hana í býnum. Soleiðis minnist eg Andreu Árting, ein av fremstu framherjum í føroyskari arbeiðararørslu yvirhøvur. Ein kvinna við avgjørdum meiningum um sosial viðurskifti, og sum ikki himpraðist at siga valdinum beint ímóti. 

Ein lítil gøla og ein góð familja 
Andrea Árting varð fødd í Havn tann 23. desember 1891. Pápin var Jacob Johansen (1860-1900), blaðstjóri á Dimmalætting - og mamman, Súsanna Rasmussen (1873- 1940). Hetta var ein lítil gøla í Havnini tá á døgum. 31 ára gamli blaðstjórin var ikki giftur við 18 ára gomlu mammuni – hann fór úr Føroyum stutt eftir og kom ikki aftur. 

Lítla Andrea kom til mostur sína, Trinu, at vera. Hon var gift við gitna bátasmiðinum, Elias Johansen, vanliga róptur Elias í Rættará, og vaks upp saman við børnum teirra. Trina doyði ung, Elias giftist upp aftur og fekk fleiri børn. 

Sosialistur og arbeiðsgevari 
Andrea treivst við stóru familjuni og serliga við fosturpápanum. Elias í Rættará var virkin politiskt og mentanarliga - og ikki sørt av einum paradoksi í samtíðini. Hóast hann var arbeiðsgevari og hevði fólk í arbeiði, hevði hann sosialistiskar hugsjónir og vinstrahall sjónarmið. Ongin ivi er um, at Elias ávirkaði politiska ástøðið hjá Andreu og vakti hennara sosialu tilvitsku og rættvísiskenslu. Har vað nógv lisið í heiminum um politik og samfelagsviðurskifti annars. 

Fiskur og tuberklar 
14 ára gomul fór Andrea úr skúlanum. Hon var gløgg og evnarík og lærararnir mæltu til at hon fekk eina læraraútbúgving. Men ráðini vóru ikki til tess, so hon fór í fiskin at arbeiða, sum gentur flest. 17 ára gomul varð Andrea rakt av herviligastu pláguni við fyrra aldarmótið – hon fekk tuberklar og var næstan tvey ár á Sanatoriinum.

Tænastugenta í Keypmannahavn 
Tá uppihaldið í Hoydølum var av, fór Andrea til Danmarkar, har hon komandi seks árini abeiddi sum tænastugenta í Keypmannahavn. Hesa tíðina stríddust danskar kvinnur fyri borgarligum og politiskum javnrætti – og tá Andrea í 1917 kom heim aftur til Føroyarog Havnar, var hon ávirkað og hugkveikt av danska kvinnustríðnum. Hon var sannførd um, at kvinnur kundu tað sama sum menn – og hon vildi gera okkurt við afturhaldið hjá føroysku kvinnunum. Allarhelst var tað hettar ið fekk hana til at skipa fyri kvinnukappróðri á Ólavsøku í 1918 - ein siður ið hevur hildið sær líka síðan. 

Skiparafrúa og yrkjari 
Í 1922 giftist Andrea við Jóhannes Árting av Toftum, sum hon hevði hitt nøkur ár frammanundan. Jóhannes var skipari, sigldi við føroyskum og útlendskum skipum og var ofta burtur. Saman fingu tey fýra børn og Andrea gekk heima fyri at taka sær av børnunum. Hesa tíðina var hon virkin í tjóðskaparrørsluni. Sum fólk flest tá á døgum, hevði Andrea bara lært at skriva á donskum. 

Nú lærdi hon seg at skriva føroyskt og m.a. skrivaði hon yrkingar. Kendasta yrking hennara er, ”Dunandi aldan mót klettunum brúsar,” sum hon sjálv eisini gjørdi lag til. 

Lagnan bankar á dyrnar 
Andrea hevði nú sítt uppi á turrum. Hon var í fýratiárunum, gott gift við einum skipara, heimagangandi og millum tey frægast stillaðu í Havn. Men hon kundi ikki skjóta loku fyri veruleikanum rundan um seg – og veruleikin var ikki mjúkur at strúka akkurát tá. 

Heimsumfatandi fíggjarkreppan í tríati árunum rakti eisini Føroyar sum ein sleggja. Útflutningurin av fiski svann burtur í lítið og onki og tíðin var merkt av stórum arbeiðsloysi og sosialari neyð.  

Í Havn var arbeiðsloysið næstan 70%. Lønirnar vóru lágar og fakfeløgini undir høgum trýsti. Ringast av øllum vóru kvinnurnar løntar. Meðan arbeiðsmenn fingu eina krónu um tíman og arbeiðsdagurin var 8 tímar, fingu arbeiðskvinnur bara 30 oyru um tíman og arbeiddu 12 tímar um dagin – tað vil siga hálva samdøgrið fyri lítið og lætt. 

Arbeiðsloysistrygging fanst ikki tá, og ongin vilji var í Løgtinginum at gera nakað við tað. 

Í 1936 tóku kvinnur í Havn seg saman og stovnaðu Havnar Arbeiðskvinnufelag í einari roynd at bøta um ringu støðuna og arbeiðsviðurskiftini. Men tað gekk sum ein kundi vænta. Arbeiðsgevararnir løgdu trýst á nevnd og forkvinnu, og brátt stóðu tær í einari støðu, at tær ikki bara kundi missa arbeiðið, men eisini rættin at keypa upp á borg. 

Fleiri av teimum vóru eisini giftar við fiskiella arbeiðsmonnum við sama arbeiðsgevara og óttaðust avleiðingar fyri hjúnarfelagan eisini. Einasta vón hjá illa stadda fakfelagnum var at royna at finna eina óhefta kvinnu at standa á odda fyri felagnum, sum tordi at standa við síni krøv og meiningar – og sum ikki kundi leggjast undir trýst. 

Og so ein dag í 1937 bankaði á dyrnar hjá Andreu Árting. 

Uttan himpr ella fyrivarni, játtaði Andrea at átaka sær starvið sum forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag. Hóast hon hevði sítt uppi á turrum, kendi hon væl til vesælu korini og strævna gerandislívið hjá verkakvinnuni – hon kom sjálv úr sama umhvørvi. Ein ella fleiri arbeiðsgevarar hava helst suffa tungan, tá tað morgunin eftir frættist í býnum, hvør nú stóð á odda fyri arbeiðskvinnunum í Havn.

Ein stutt prosess 
Elddópurin hjá Andreu sum fakfelagsforkvinna, kom árið eftir við lønarsamráðingunum við arbeiðsgevararnar og gjørdist ein stutt prosess. So at siga hvør einasta kvinna í fiskiídnaðinum í Havn hevði nú meldað seg inn í fakfelagið. Kvinnurnar gjørdu vart við, at tær vildu samráðast um betri løn og styttri arbeiðsdag, men arbeiðsgevararnir noktaðu. Andrea og kvinnurnar boðaðu so frá verkfalli og gjørdu greitt fyri einstøku arbeiðsplássunum, at ongin fór a koma til arbeiðis dagin eftir. Semingsmaðurin varð tilkallaður og samráðingarnar byrjaðu. 

Tá arbeiðsgevararnir undirbjóðaðu, herdu kvinnurnar, sambært Andreu sjálvari, krøvini. Stutt eftir gingu arbeiðsgevarnir við upp á at seta tímalønina upp, úr 30 til 40 oyru og tímatalið frá 12 til 11 tímar um dagin. 

Somu løn fyri sama arbeiði 
Tað er frá hesari tíðini í tríatiárunum at vit finna fyrstu útalilsini frá Andreu Árting um somu løn fyri sama arbeiði. Hóast kvinnurnar høvdu vunnið sín fyrsta sigur, var langt upp á støðið hjá monnunum. Teirra tímaløn var dupult so høg og arbeiðsdagurin tríggjar tímar styttri - og korini hjá arbeiðsmonnum vóru snøgt sagt ikki tespulig. 40 ár skuldu ganga til líka løn gjørdist veruleiki – og tá var Andrea Árting enn forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Kríggið og fakfelagsarbeiði 
Í byrjanini av seinna heimsbardaga, vórðu Føroyar, sum kunnugt, hertiknar av bretska hervaldinum. Hersetingin varð treytaleyst góðtikin av føroyingum. Men herseting og kríggj yvirhøvur gjørdu lív og virki tvørligari hjá verkamannastættini og fakfeløgum. Arbeiði var til flestu hendur, men dýrtíð og brátt vørutrot trýstu prísirnar upp og gjørdi tað tvørligt hjá verkafjøldini at fáa endarnar at røkka saman. Fakfeløgini kundu ikki nýta verkfalsrættin, eftirsum verkfall var bannað í undantaksstøðuni. 

Undir hesum truplu umstøðunum vísti Andrea Árting sítt íborna sosialpolitska snildi. Hon vísti tíðliga á møguleikan fyri prístalsjavning fyri at standa ímóti vinningsbrellinum undir krígnum. Uppskotið rein ikki við hjá politikarunum. Seinni vóru tó royndir gjørdar at steðga príshækkingunum, men til fánýtis. 

Hon stríddist fyri at skaffa bíligari kol til húsarhaldini kring landið – at skaffa meira mjólk til barnafamiljur – og klæðir og skógvar til tey børn ið vóru ringast fyri. Tað ein ikki kann fremja í tí stóra, kann vinnast aftur í tí smáa. 

Í 1943 legði javnaðarflokkurin hjartamálið hjá Andreu Árting, somu løn fyri sama arbeiði, fram í løgtinginum. Uppskotið varð felt við aðalundanførsluni, at hettar var eitt mál fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum. 

Kreppan í fimtiárunum og kelduskattur 
Hugdjarva viðgongutíðin eftir kríggið, fekk bráðan enda í 1949. Íløgurnar í útslitnar guvutrolarar úr Stórabretlandi vístu seg at vera eitt óbøtiligt glappakast hesa tíðina, tá prísurin á koli brádliga hækkaði í stórum. 

Sjóvinnubankin, ið hevði fíggjað partar av ævintýrinum, fór av knóranum – og enn einaferð sakk samfelagið til kníggja. Arbeiðsloysi gjørdi aftur um seg í stórum og fólk vóru noydd frá húsi og heimi. Mong fluttu enntá av landinum og komu ongantíð aftur. 

Upp gjøgnum fimtiárini var Havnar Arbeiðskvinnufelag partur av fleiri fakligum stríðsmálum. Men verkfallskassin var tómur og mótstøðan sterk. Tó stuðlaðu kvinnurnar fiskimonnunum treytaleyst í stóra fiskimannaverkfallinum í 1954. Órógvað av fíggjarviðurskiftunum hjá limunum, legði Andrea Árting hesa tíðina eitt víðgongt uppskot fram um kelduskatt – samtíðarskatt, sum skuldi hjálpa vanligum fólki undan tí fíggjarligu eftirstøðu, ið plágaði manga familju. Uppskotið fekk ikki politiska undirtøku – men enn einferð vísti Andrea sítt framskygni. Kelduskattur varð ikki settur í verk fyrr enn í áttatiárunum. 

The Grand Old Lady 
Í seksti- og sjeytiárunum var Andrea ”The Grand old Lady” í fakfelagshøpi. Hon var, umframt forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, eisini nevndarlimur í Føroya arbeiðarafelag. Hesa tíðina kom tað meira enn so fyri, at man stóð á onkrum 1. maidagshaldi og hálvskammaðist yvir, at gamla konan á røðarapallinum var reyðari enn ein sjálvur. 

Somu løn fyri sama arbeiði – umsíðir! 
Í arbeiðsmarknaðarsamráðingunum í 1977 varð lívslangi dreymurin hjá Andreu Árting endiliga uppfyltur. Undir beinhørðum samráðingum við tá 85 ára gamla framherjanum á odda, gingu arbeiðsgevararnir umsíðir við til kravið um, at kvinnur skuldu fáa somu løn sum menn fyri sama arbeiði. Broytingin varð stigvíst sett í verk í árunum fram til 1981. 

Á aðalfundi í Havnar Arbeiðskvinnufelag, seinni í 77, segði Andrea Árting forkvinnusessin frá sær – eftir trúgva tænastu í 40 ár. Limirnir sýndu henni takksemi við at samtykkja, at hon skuldi fáa fulla løn frá felagnum restina av ævini. 

Andrea Árting doyði tann 30. mai 1988. Eftir hvat skilst, fylgdi hon áhugað við í samfelagskjakinum til sín doyggjandi dag. 

”Eg vil her loyva mær persónliga at viðmerkja, at eg, sum barn av arbeiðarastættini í Havn upp gjøgnum sekstiárini, sjáldan havi kent størri heiður og gleði við at gera eitt frímerki, enn hesa væl uppibornu kvøðu til eina ta mest sermerktu og framskygdu kvinnu, ið Føroyar nakrantíð hava fostrað.” 

Frímerkið av Andreu Árting kemur út sjálvan kvinnudagin 8. mars 2021.

Anker Eli Petersen

|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin