Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Prísur v/MVG |
---|
Føroysku provisoriuni frá 1919. Stólabeinsstemplið.
Útgávudagur: 11-01-2019
Vørunr.: DDT000119
Virði: 22,00
Føroysku provisoriuni frá 1919 - stólabeinsstemplið
Tað var kanska lagnunnar speisemi, at tað postala árinið á Føroyar (í filatelistiskum høpi) – burtursæð frá einum enskum sensuri – ikki kom fyrr enn fyrri heimsbardagi var lokin. Men kanska júst tí varð støðan undirmett, og neyvt fyrivarni varð ikki tikið, tá postali myndugleikin í Danmark gjørdi av, at posttaksturin skuldi broytast pr. 1. januar 1919. Hesin varð m.a. lýstur í Dimmu 14. desember 1918, har vanligur brævtakstur inntil 250 Gr. fór úr 5 oyrum upp í 7 oyru. Sama var galdandi fyri landsporto fyri brævkort inntil 250 Gr. – úr 4 oyru upp í 7 oyru (landsporto fyri brævkort er úr Føroyum til Danmarkar). Hetta varð avgerandi fyri tey komandi provisoriuni, har serliga 2 oyra merki komu at mangla, og her verður serliga hugt at 2 / 5 oyra yvirstemplingini, sonevnda stólabeinsyvirstemplið.
Á posthúsinum í Havn vóru tá mest týðandi funktionerarnir postmeistarin, Rasmus Kristensen Pilgaard (1.06.17- 31.10.22), postekspedienturin, Andreas
Ejnar Emil Godskesen Andersen (6.06.17-30.04.20) og postassistenturin, Laurits
Diderik Hansen (1.11.18-30.04.25) og seinni sum postkontrollørur
(1.07.31-31.12.46). Teir vóru sostatt allir danir, sum ráddu fyri posthúsinum
tá.
Postmeistarin Pilgaard varnaðist vandan longu í desember
1918 – og fjarritaði eftir 7 oyra merkjum úr Danmark – við øðrum orðum hevði
hann longu her gjørt greitt, at frímerki komu at mangla. Pilgaard varð biðin um
at brúka 1 og 2 oyra merkini at uppfrankera við, tí 7 oyra merkini fóru ikki at
koma til landið fyri 1. januar 1919. Tann 30. desember fjarritaði Pilgaard
aftur til Danmarkar, at nú stóð illa til – frímerkjagoymslan var so at siga
tóm. Svarið frá Generaldirektoratinum kom 1. januar, - at so kundi posthúsið
klippa 4 oyra frímerkini í tvey og seinni somuleiðis 4 oyra krossbond, tá
frímerkini vóru uppi. Tá einki varð sagt um, hvussu hesi merkini skuldu
klippast, so var tað eisini ein nýggj støða. L.D. Hansen, sum eisini var
frímerkjasavnari visti tó at siga, hvussu frímerki vórðu klipt diagonalt á
Vestindisku oyggjunum í 1903. Hetta var so gongda leiðin eisini hesa ferð.
Goymslan gekk tó skjótt undan og longu 10. januar kundi
Pilgaard gera støðuna upp, at hóast flestu bygdirnar høvdu nakað av frímerkjum
niðurfyri, so var “kassin” í Havn nærum tómur. Sama dag fór tískil nýtt fjarrit
til Danmarkar, har støðan varð lýst nærri – einans 5 ørk við 4 oyra merkjum á
goymslu. Svarfjarritið, sent leygardagin 11. januar, kl.16.00 frá
Generaldirekteratinum var soljóðandi: “Surcgares cipher 2 oere on necessary
number of 5 oere Stamps – General Postmaster”. Harvið var loyvið givið at yvirstempla 5 oyra merki til 2 oyra.
Tað sæst á fjarritinum, at tað er móttøkustemplað á
posthúsinum mánadagin 13.1.19. 5-7 F. Tað hevur tó einki at siga fyri, nær
fjarritið varð borið út! Mín niðurstøða er, at ein danskur embætismaður í Havn
hevur fingið fjarritið borið út sama dag, ið tað kom, t.v.s. leygardagin, 11. januar, um kvøldið t.d. kl. 18.00 í hesum føri. Helst hevur fjarritið verið borið út á
Landavegin, har Pilgaard búði – hetta, um Pilgaard ikki sjálvur hevur givið
onnur boð til Det Store Nordiske, tá hann má ætlast at hava roknað við einum týdningarmiklum
svarfjarriti. Tá Pilgaard kann hugsast at hava givið serlig boð um útbering av
fjarritinum til “varapostmeistaran” til dømis, so verður hetta sagt, tí Pilgaard
var í tænastuørindum á Tvøroyri, har Mortensen menn vóru í einari tilgongd at
selja Smiril til Føroya Løgting, og ein slík avgerð kundi fáa stóran týdning
fyri postflutningin millum oyggjarnar.
Orsakað av tænastuørindunum hjá Pilgaard, so var tað næsti
maður á posthúsinum, Godskesen Andersen, ið mátti finna eina loysn. Hann gjørdi
eitt útkast til, hvussu ein yvirstempling kundi gerast. (Eitt sovorðið útkast –
ein sokallað “essay” er myndevnið á smáarkinum omanfyri.) Men
prentsmiðjan hjá Dimmalætting havnaði uppgávuna – helst i tíðarneyð, men lótu
honum typirnar 2, Ø, R og E, sum kundu nýtast til eitt stempul. Við typunum
fekk Godskesen Andersen snikkarameistaran Peter Poulsen at tillaga eitt skaft úr
einum stólabeini, har typirnar vóru ásettar. Soleiðis fingu vit stólabeinsstemplið,
sum varð tikið í brúk mánadagin 13.1.1919, hevur Godskesen Andersen nógv ár
seinni greitt frá. Eitt ark ella 100 merki vóru yvirstemplað niðurfyri so hvørt
– men ongantíð vórðu merki seld óstemplað út av posthúsinum! Tilsamans bleiv
tað til 155 ørk ella 15.500 frímerki, ið vórðu yvirstemplað.
Mær vitandi finnast ikki skjøl, sum staðfesta, at
Godskesen Andersen minnist rætt, tá hann seinni greiddi frá at 13.1.1919 var
fyrsti dagur at 2/5 oyra frímerki bleiv brúkt. Kunnleiki er til í minsta lagi ein
brævbjálva, sum er stemplaður sunnudagin 12.1.1919, men eg veit ikki at siga,
um hann er ektaður, tó sunnudagin 5.1.1919 varð arbeitt á posthúsinum. So ikki er óhugsandi, at sunnudagurin 12.1 var arbeiðsdagur. Tað eru eisini
fleiri aðrir brævbjálvar við øðrum frímerkjum stemplaðir henda sunnudagin.
Hesin spurningur kann standa opin her.
Tann 23.1.1919 kom s/s Botnia á Havnina – og í førningi vóru
tey frímerkini, sum Pilgaard hevði bílagt. Boðini úr Danmark vóru samstundis,
at sølan av provisorium skuldi steðga, - og tað varð hon eisini, men
bert í Havnini. Hávetur var, og tað tók fleiri dagar at fáa nýggju
frímerkini út í hvønn “krók” – og tískil finnast hesi merkini stemplað nógv
seinni. Tað seinast kenda í marts 1919, men sambært Ingvard Jacobsen, frímerkjasavnara
og greinaskrivara í Norðatlantex – 76, so høvdu hesi frímerki frankeringsvirði
til 31. desember 1926, hóast tað ongan veruligan praktiskan týdning hevði havt.
Kaga vit í bløðini fyri januar 1919, so er ymiskt áhugavert at finna. Longu í Dimmu nr. 5 tann 15. januar 1919, sæst at áhugin fyri hesum frímerkjum er almikil. Á fremstu síðu í nevndu Dimmu er stór lýsing:
“Frimærker købes! Til højeste Priser købes 5 Øres Frimærker, overstemplede til 2 Ø. I Thorshavn. Frimærkebørsen, København.”
Og á síðu 3 í somu Dimmu er onnur eftirlýsing undirskrivað Johs. Olaus Joensen, Tórshavn. Seinni skrivar Tingakrossur nr. 3, tann 22. januar 1919 hesa heldur skemtiligu grein:
Frímerki – “epedemi”
“Postmenn okkara hava haft nógv at gera í seinastuni av
frímerkjasamlarum, sum “spekulera” í 2-oyra-stemplaðum 5-oyra frímerkjum –
2-oyra merkini eru langt síðani uppi. Fyrr vóru tað mest smádreingir, ið
fingust við henda løgna vinnuveg her hjá okkum, men nú eru vaksnir menn – ein
blaðstýrari sum harðast! – komnir upp í leikin og senda heilar brævdungar á
posthúsið við teirra egna navnið á. Vinning vænta teir óføran: tað sigist at
eitt 2-oyra-stemplað merki brátt kann verða 50 Kr.! Eitt stuttligt dømi um
hesa frímerkja “epedemi” er “premiu-gátan”, sum Dimma hevur sett út til
lokkudorg. Hon er so greið, at hvørt barn kann gita hana, men júst tí kann
blaðstýrarin vænta sær loysningar í hópatali – við 2-oyra-stemplaðum
frímerkjum uttaná! Og tað er tað, ið umræður. Stundum verða tó “spekulantarnir”
lumpaðir. Ein álvarsmaður - so sigur søgan - kom um dagarnar inn á posthúsið
við eini rúgvu av brøvum, ið øll vóru til hann sjálvan! Postmaðurin legði eitt
krossband um rúgvuna, setti eitt 50-oyra merki á – og flýddi manninum brøvini
aftur. Hann bannaði við!”
Jú, frímerkjaspekulantar vóru har, og í dag eru nógvir savnarar, sum meta lítið og einki um brævbjálvarnar, har tilskriftin er “S P Johannesen, Vaktarhúsgøta”. Sum verða man, tí øll vita, at Petur Sofus Johannesen var stórsavnari; men mær er so fortalt, at P S ongantíð fór inn á posthúsið at biðja um ávísa stempling - brøvini fóru altíð í postkassan, so var restin upp til postverkið - og gáar tú eftir tí, so finnast t.d. hansara brævbjálvar í ógvuliga ymiskari stempulgóðsku. Og fleiri enn so eru brøvini ikki – so neyvan gera tey nakran skaða; heldur øvugt.
Álvur Danielsen
Keldur: