í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Bygdir - Postkort

Tríggjar miðalstórar bygdir í Eysturoy.

Brúksmerki.

Útgávudagur: 13-02-2006
Vørunr.: PPJ000206
Virði: 15,00


Útgávudagur: 13.02.2006 - Virði: 7,00, 12,00 og 20,00 kr. - Nummur: FO 549-551 -Frímerkjastødd:  35 x 34,8 mm - Myndir: J. A. Arge - Prentháttur: Offsett - Prentsmiðja:  Österreichische Staatsdruckerei, Eysturríki - Postgjaldsbólkur: (7 kr) B brøv upp til 100 gr til Evropa - (12 kr) A brøv upp til 100 gr Evropa - (20 kr) A brøv upp til 250 gr onnur lond og B brøv upp til 250 gr til Evropa

 

► 

  

Syðrugøta er bygd frá víkingatíð, og saman við grannabygdunum, Gøtugjógv og Norðragøtu verður hon ofta bert nevnd Gøta, og hesar bygdir eru ein kommuna. Navnið Gøta sipar til bygdagøtuna, sum frá gamlari tíð hevur verið ein høvuðsfarleið í Eysturoy frá Skálafirði til bygdirnar norðanfyri. Fyrri liður í bygdarnavninum sipar til, at hon var tann syðra av tveimum.


Gøtugjógv er helst yngri bygd enn hinar báðar. Gomul søgn er, at kirkja var í Syðrugøtu, men av óbótagerð misti bygdin kirkjuna, og varð hon flutt til Norðragøtu. Enn verður víst á, har kirkja og kirkjugarður vóru. Frá gamlari tíð eru kendir tveir býlingar, niðri við Hús og úti í Grógv, men teir eru samanbygdir fyri mongum árum síðan. Um 1860 kom nýggj bygd, Undir Gøtueiði, sum liggur í Syðrugøtuhaga við Skálafjørðin.


Syðrugøta hevur stóran haga, og sera langt er úr norðasta parti og aftur at húsum. Søgn er, at syðrugøtumenn høvdu hús við eldstaði í haganum at vera í, um ov seint var at fara aftur at húsum.


Ein seyðamaður í bygdini, ið nevndist Jákup Dintil, var sera kvikur maður. Hann fór í hetta hús eitt kvøldið, men skjótt eftir komu tveir seyðatjóvar inn og verða varir við hann. Við snildum slapp hann út og so til beins aftur at húsum at siga frá.


Syðrugøta liggur við Gøtuvík, sum er opin móti eystri, og tá ið landsynningur og eystan gera um seg, er ókyrt á víkini. Frægasta kyrruplássið er í Norðragøtu, og har er kommunal havn bygd. Á frímerkinum sæst sandurin niðan fyri húsini, og har verður G-festivalur hildin á hvørjum sumri. Hann hevur verið eitt framúr stórt tiltak, sum hevur savnað eina øgiliga rúgvu av ungum fólki, og er vaksin á hvørjum ári. Í ár vóru 5000 fólk møtt, ella um 10% av øllum føroyingum, og kendar stjørnur úr útlondum hava luttikið.



Fuglafjørður liggur við fjørðin við sama navni, og upprunin til navnið er fuglur. Tað løgna er, at býurin eingi fuglabjørg eigur, men fyrr átti nógvur skrápur í Føroyum, og hann átti uppi á sløttum í urðum og líðum. Kanska hevur serliga nógvur skrápur og heiðafuglur átt í høgunum uttan um Fuglafjørð.


Frá gamlari tíð eru kendir fýra býlingar, við Gjógvará, við Garð, í Toftum og á Áargarði. Fyri 50 árum síðan fór fram fornfrøðiligur útgrevstur á Oyrini við Gjógvará, og har var komið niður á húsatoftir, búnyttur o.a., sum prógvaðu, at býlingurin er frá víkingatíð, um 950-1050. Býurin er nógv vaksin, serliga seinastu 100 árini, og allir býlingarnir eru samanvaksnir. Í 1801 var manntalið 128, og í 2004 var tað 1594.


Í fjøruni á syðra armi á Fuglafirði er ein kelda, sum eitur Varmakelda. Vatnið, ið rennur úr henni, er eini 10 stig heitari enn í øðrum keldum. Tað hevur verið siður, at ungdómurin í grannabygdunum hittist her á jóansøku til dans og hugnaliga samveru. Gjøgnum tíðirnar eru mong giftarmál komin burtur úr hesum. Í 1849 fluttu fólk úr Fuglafirði og settu seg niður á Hellunum, og fyri 20 árum síðani komu fyrstu húsini á Kambsdali, ið liggur 3 km sunnan fyri býin. Í dag búgva eini 200 fólk har.


Fuglafjørður er góð skipahavn, og tí er nógv virksemi har, ið hevur samband við fiskivinnuna, og mong skip hava havt heimstað har á fjørðinum. Í 1964 var sildaverksmiðja sett á stovn, sum hevur ment seg nógv gjøgnum árini, og er størsta arbeiðsplássið í býnum.
Fyri fáum árum síðani var eitt mentanarhús bygt í býnum, sum verður nógv nýtt til konsertir og onnur líknandi tiltøk. 

 

 

Leirvík er gomul bygd, sum liggur við Leirvíksfjørð, og frá gamlari tíð hava verið tríggir býlingar har, uttan Á, á Toftanesi og við Garð. Í sambandi við útbygging av havnarlagnum og vegføringini til ferjuleguna varð neyðugt at gera fornfrøðiligar kanningar av økinum á Toftanesi. Stórur útgrevstur fór fram, og lutir og húsatoftir komu fyri ein dag sum prógvaðu, at bygdin er frá víkingatíð. Hesar toftir eru nú friðaðar.


Í sagnatilfarinum er Leirvíks-Páll kendur, og táttur var yrktur um hann, tá ið hann fór til Velbastaðar at hitta Ellint bónda. Tað kom til bardaga teirra millum, og við snildum fekk Páll beint fyri Ellinti.


Í 1725 kom loynikeypsskip til Leirvíkar, og menn fóru umborð at keypa frá teimum. Tí verri vóru teir smittaðir av pokum. Stutt eftir var brúdleyp í bygdini, og tá varð øll bygdin smittað. Stórur partur av leirvíkingum doyði. Bygdin mentist tó skjótt eftir henda skaði, tí fólk úr øðrum bygdum fluttu á kongsgarðarnar, sum vóru mannleysir. Meginparturin av jørðini í Leirvík er kongsjørð. Manntalið í bygdini var í 1801 komið uppá 85, og nú, 200 ár seinri, er talið 10 ferðir so høgt, ella 851 (2004).


Leirvík er gott útróðrarpláss, tí lætt er at rógva út bæði norður eftir og suður eftir. Eisini hevur farleiðin úr sunnaru oyggjunum til Norðoyar frá gamlari tíð ligið um Leirvík, men nú verður tunnil gjørdur undir Leirvíksfirði, so koyrandi verður næsta ár til Klaksvíkar og stóran part av Norðoyum.


Fyri nøkrum árum síðani lat kendur leirvíkingur gera bátasavn, sum sýnir gamlar bátar frá fyrra parti av farnu øld. Í sama bygningi er eisini eitt málningasavn, sum fyrst og fremst umboðar kenda listamálaran úr Leirvík, Jóannes Kristiansen.

 

Available formats

Bygdir - Heilark óstemplað

DKK 400,00
€53,55

Bygdir - Heilark óstemplað

DKK 240,00
€32,13

Bygdir - Heilark óstemplað

DKK 140,00
€18,74
|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin