í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG
Arnold Vegghamar. Plakat, Skýming, 1993. Stødd: 30 x 30 cm. Prentsmiðja: Føroyaprent.

Plakat - Arnold Vegghamar -

TILBOÐ. Fyrr: 225,00 kr. Plakat av vakra málninginum "Skýming" eftir Arnold Vegghamar.

Útgávudagur: 20-02-2023
Vørunr.: WPLSKÝM23
Virði: 65,00


Plakat, Skýming


Plakat av vakra málninginum "Skýming" eftir Arnold Vegghamar. 
Plakatin er prentað á góðskupappír og mátar 30 x 30 cm.

Litmeistarin, Arnold Vegghamar

Fjallið tekur seg upp í forgrundini í myndini. Á fjallasíðuni darra blá, grøn, appilsingul og reyð strok í geislunum frá setandi sólini. 

Tað er ein stórfingin náttúruuppliving, ið verður handað okkum við miklari megi og dramatiskum litskrúð í málninginum, Skýming frá 1993. 

Myndlistamaðurin Arnold Vegghamar er bæði í stíli og myndevni so egin, at áskoðarin sjáldan er í iva um hvør er upphavsmaður til hansara myndir. Vit kenna stílin aftur í hesum litríku myndum, har listamaðurin sameinir tað klassiska føroyska landslagsmyndevnið við sítt heilt egna serliga sjónarmið. 

Listamaðurin Arnold Vegghamar er føddur í 1937 á Viðareiði. Hann byrjaði at mála longu í fimtiárunum og tók eitt nú lut á Ólavsøkuframsýningini í 1957. Síðani var hann næmingur á kenda listaskeiðnum, ið vegarar sum Jack Kampmann, Ingálvur av Reyni og Janus Kamban skipaðu fyri á vetri 1958-59. Vegghamar kom í læru sum gullsmiður og starvaðist innan hesa vinnu í nógv ár, samstundis sum hann málaði. Seinastu mongu árini hevur hann málað burturav í arbeiðsrúminum í húsunum í heimbygdini, Viðareiði. 

Í 2010 var stór serframsýning í Listasavni Føroya við gomlum og nýggjum verkum hjá Arnold Vegghamar. Her fekk áskoðarin yvirlit yvir stóru menningina í listaliga virkseminum hjá Vegghamar frá veruleikakendum lýsingum av fólkum og náttúru til meira litríkar myndir, ið so líðandi gjørdust alt meira einfaldar og abstraktar, serliga eftir aldarskiftið. Arnold Vegghamar hevur ikki staðið í stað, men hevur síni mongu ár í listini ment seg frá naturalismu til eina uppøsta litríka ekspressionismu og víðari til ein lutfalsliga einfaldan og skreytleysan stíl, har hann endurtulkar siðbundna myndevnið av bygdini við havið, við støði í tí hann sær í sínum umhvørvi í og kring Viðareiði. Hetta 
myndevnið hevur hann endurtikið og einfaldað, so at tað er vorðið eyðkent og ikoniskt í málningum, ið prýða mong heim. Sum vit síggja í einum málningi sum Bygd frá 2007, er myndevnið naivistiskt lýst uttan hurðar, vindeygu ella aðrar veruleikakendar staklutir. Tey reyðu, gulu, svørtu og hvítu húsini tykjast næstan tilvildarliga sett á myndaflatan eins og legokubbar, ið sveima á eini grønari grund, sum ímyndar gras. Harumframt síggja vit himmal, hav og fjall umframt eina oyggj, sum hómast aftanfyri. Hesir staklutir eru frumevni í amboðskassanum hjá Arnold Vegghamar, sum hann støðugt setir saman av nýggjum, í eini roynd at lýsa okkara umhvørvi og tess tilverutreytir. 

Hóast litirnir tykjast lýsandi kátir, kann huglagið í myndunum til tíðir sýnast álvarsligt og gátuført – landslagsmyndirnar eru ofta fólkatómar uttan annað lív enn tað, sum náttúran ber í sær. Kortini tykjast bommlittu steinarnir í fjøllum og fjøru spilllivandi, eins ov vóru teir íbygdir. 

Hetta gevur myndunum hjá Vegghamar eitt serligt samanhangandi brá, sum eisini hómast í teirri bylgjandi havsbrúnni og á fjallatromum í gløðandi landslagsvisiónunum hjá Arnold Vegghamar. 

Kinna Poulsen,
Listaummælari og Cand.mag í listasøgu
|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin