Posta skrivar søgu:
Føroysk kryptofrímerki
Posta hevur givið frímerki út í nærum hálva øld. Nú flyta vit okkum inn í talgilda frímerkjaheimin, har vit, sum tað fyrsta norðurlendska postverkið, geva út kryptofrímerki. Hesi nýggju kryptofrímerki – eisini kallað NFT-frímerki – verða givin út undir heitinum Stamps of Maybe. Tískil hava tey ikki nøkur FO-nummur, sum vanligu frímerkini hjá Posta, men hava harafturímóti síni egnu NFT-nummur.
Kryptofrímerkini eru nevniliga heilt øðrvísi enn vanlig frímerki og tó. Tey kunnu brúkast sum postgjald, men hvørt frímerki hevur eisini ein talgildan tvíbura, sum búleikast á alnótini. Hvussu hesin tvíburin kemur at síggja út, er treytað av hendingum uttanífrá og av tær, sum eigara av slíkum frímerki.
Talgilda kryptofrímerkið er knýtt at Veðurstovu Føroya, og tí hevur veðrið í Føroyum júst ta løtuna, tá tú virkir tvíburan, ávirkan á hvussu tvíburin kemur at síggja út. Hvørt kryptofrímerki hevur eina QR-kotu, sum skal brúkast, tá tú virkir tann talgilda tvíburan. Nær tú virkir tvíburan er fullkomiliga upp til tín. Tú kanst gera tað beinanvegin ella bíða til ta fyri teg røttu løtuna. Tí kanst tú siga, at talan er um eitt slag av talgildum tíðarhylki.
Fjøllistamaðurin Heiðrik á Heygum hevur fingið heiðurin at sniðgeva fyrstu útgávuna hjá Stamps of Maybe. Sera hóskandi er myndevnið tær fýra árstíðirnar.
Vár, summar, heyst og vetur
Heiðrik á Heygum gevur her sítt boð upp á, hvussu hann ímyndar sær tær fýra árstíðirnar í Føroyum. Hetta ger hann við fýra vøkrum myndakollasjum ella tyssum, kunnu vit rópa tær, sum hvørt myndar eina árstíð. Í hvørjum tyssi eru bæði blómur og annar vøkstur umframt fuglur ella fenaður. Føroyingar hava altíð verið knýttir at náttúruni og tí tilfeingi, sum náttúran gevur, og tað vísa hesar myndirnar á.
Várið
Ikki er tað løgið, at Heiðrik júst hevur valt smálambið, tjaldrið og sóljuna til at mynda vártyssið. Hvat er meira várligt enn at hoyra eyðkendu klippini frá tjóðfugli okkara, og at síggja spælandi smálomb á bønum?
Foldin vaknar, gróðurin kemur, og bæði blómur, kríatúr og vit menniskju gleðast um ljósið, sum vinnur á myrkrinum. Nú kemur lív í - bæði í bø og haga. Veitir og vátlendi gulna so hvørt sum tjóðarblóman, mýrisóljan, sprettir. Gakk tær ein túr ein vakran várdag, og tú hoyrir á fuglasonginum, hvussu eisini teir gleðast og fegnast um hesa árstíðina.
Summarið
Summarið er tíðin, tá græs og allar urtir standa í fagrasta blóma, og ongantíð eru Føroyar so grønar sum um summarið. Reyðsmæran, hagasóljan og aðrar blómar prýða summartyssið saman við tveimum av okkara kendastu fuglum - lundanum og súluni. Sveivin á einum grindahvali sæst eisini stinga úr tyssinum. Ja, hetta er ártíðin, tá Føroyar kunnu vísa seg frá síni vakrastu síðu. Dagar við dýrd á vík og vág, og havið sum ein sveiti.
”Tað er so vakurt, so vakurt í Føroyum at búgva” yrkir Fríðrik Petersen. Ja, Føroyar eru bergtakandi um summarið.
Heystið
Nú følnar græs á bø og ong. Flytifuglarnir eru farnir og friðarligt er í haganum. Nú er tíðin at eplini skulu takast upp og røtur og onnur grøði fáast til høldar. Fjøllini verða gingin og flettingin er fyri. Veðrurin og havhesturin prýða heystartyssið saman við soppum og følnaðum leyvi. Dagarnir styttast og kvøldini leingjast. Men heystið er eisini ein spennandi tíð. Skúlar og annað virksemi byrja aftur eftir summarsteðgin, og eisini er hetta tíðin, tá nógv ung lesandi leita sær av landinum at nema sær útbúgving. Men eins og við flytifuglunum, so vóna vit, at flestu teirra koma heimaftur eftir loknan lestur.
Veturin
Føroyski veturin kann vera harður og baldrutur; tað er ongin loyna. Lágtrýstini hava hug til at savnast kring oyggjarnar og veðrið er hareftir. Ruskveður, stormar og sjálvt ódnir eru, um ikki gerandiskostur, so ikki óvanligar hesa árstíðina. Men at síggja norðlýsið blaktra um fjallatind ein stillan, kláran kavadag er ein undurføgur sjón. Hesi bæði, norðlýsið og kavaflykrur, prýða saman við haruni og gásini vetrartyssið. Gásarhald hevur verið í Føroyum, alt tað vit vita um, so gásin er helst komin til Føroya longu í landnámstíð. Haran harafturímóti er innflutt í nýggjari tíð. Fyrstu harurnar blivu settar upp í Føroyum í 1855 og tær komu úr Kragerø í Noregi. Loyvt er einans at skjóta haru frá 2. november til 31. desember.
Soleiðis heldur ringrásin fram. Árstíðirnar koma og fara, hvør við sínum serliga huglagi. Náttúran sprettur, blómar, følnar og fer í dvala - inntil næstu ferð hon vaknar og ringrásin endurtekur seg.
Maud C. á Geilini