í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG
Útgávudagur: 24.02.2020. Virði: 12,00 og 27,00 kr. Nummar: FO 926-927. Frímerkjastødd: 30,00 x 42,00 mm. Listafólk: Sigrun Gunnarsdóttir. Prentingarháttur: offsett. Prentsmiðja: Cartor Security Printing, Frakland. Postgjaldsbólkur: Smábrøv innanoyggja 0-50 gr og stórbrøv innanoyggja 101-250 gr.

List: Sigrun Gunnarsdóttir - Sett av óstemplaðum frímerkjum

Sigrun Gunnarsdóttir hevur ment sín heilt egna eyðkenniliga myndaheim

Útgávudagur: 24-02-2020
Vørunr.: PPA030220
Virði: 39,00


DKK 39,00
€5,22

Legg í kurv
-
0
+


List: Sigrun Gunnarsdóttir

Listakvinnan Sigrun Gunnarsdóttir er fødd í 1950 á Eiði. Her er hon uppvaksin, her kveiktist hugur hennara til myndlistina frá barnsbeini, og her hevur hon sum yrkislistafólk ment sín heilt egna eyðkenniliga myndaheim.

Myndirnar hjá Sigrun Gunnarsdóttur eru einfaldar og samansettar í senn, tær samskifta stillisliga við okkum og fáa okkum at hugsa. Hon arbeiðir við tí, ið hevur við menniskju at gera, og myndirnar seta alskyns tilveruligar spurningar. Myndevnini hjá Sigrun stava m.a. frá ævintýrum, frá sambandinum millum ættarliðini, úr Grønlandi og úr vælkendum ella persónligum søgum.

Fyrstu verk hennara bera greið boð um, at hon dugir naturalistiska handverkið til fulnar, men miðskeiðis í 90unum tekur hon eina vend yvir í ein súmbolskan myndaheim við einum einfaldari myndamáli, ið eisini kann hava surrealistisk eyðkenni. Ein eyðkenniligur myndaheimur, ið hon trygt og støðugt hevur ment líka síðani. Hon sleppur myndevninum frammanfyri sær og fer at mála úr huganum.

Áhugin at tekna hevur fylgt Sigrun Gunnarsdóttur frá barnsbeini, og stóran týdning hevur tað eisini havt, at hon er uppvaksin við at síggja verkini hjá og hoyra um Føroya fyrsta landslagsmálara, abba sín Niels Kruse (1871-1953). Sigrun hevur altíð vitað, at hon skuldi gerast listakvinna, og heimanífrá varð hon stuðlað í hesi leiðini. Í 1971 flutti hon sum 21 ára gomul til Keypmannahavnar at ganga á tekniskúlanum á Glyptotekinum (1971-73), har hon hevði Robert Askou Jensen sum lærara. Hann eggjaði henni at søkja inn á Kongaliga Danska Listaakademiið, har hon slapp inn og gekk árini 1973-80. Lærarar hennara vóru m.a. Wilhelm Freddie og Sven Dalsgaard. Í 1980 búsettist hon aftur á Eiði, har hon hevur sítt atelier enn í dag.

Á yrkisleiðini hevur Sigrun Gunnarsdóttir havt eina langa røð av einstaklinga- og bólkaframsýningum. Myndir hennara røkka víða og umframt framsýningar í Norðanlondum, hevur hon sýnt fram í m.a. T.A.G. Gallery, New York, Sunshine International Museum, Beijing og JARFO Art Gallery, Kyoto. Í 2018 hevði hon sína fyrstu retrospektivu framsýning á Listasavni Føroya. Eisini hevur hon prýtt kirkjur og almennar bygningar í Føroyum.

Tvey móðirportrett
Á fyrru myndini, Móðir Teresa á Eiði (2019), síggja vit eina gomla konu sita við stokkum. Hon er í gerandisklæðum, og á borðinum framman fyri hana liggja tveir nýbakaðir drýlar og ein Bíblia. Tú kanst ímynda tær angan av nýbakaðum breyði, hoyra klirranina av stokkunum og stilla ljóðið frá mjúkum skóleistum eftir gólvinum. Ein fittur hundur liggur við føtur hennara, á bróstinum hongur ein mynd av móður Teresu og út ígjøgnum køksvindeygað sæst eitt undurfagurt útsýni. Myndin er bæði tíðar- og staðbundin í einum ávísum køki Yviri í Gjógv á Eiði, ið vísir júst hatta útsýnið út á Risan og Kellingina. Hetta er eitt portrett av eini veruligari kvinnu, ið hvørt mansbarn í bygdini kendi.

Á seinnu myndini eru vit eisini boðin inn í fjálga køkin hjá eini ommu. Hon tykist stinn og handasterk. Hon er í fyriklæði og er í ferð við at geva ommudóttrini ein breyðbita. Vit síggja í vangan á ommuni, ið vendir sær inn móti ommudóttrini. Sambandið teirra millum er í miðdeplinum. Ein svørt Bíblia liggur týðulig móti tí lýsandi gula borðinum, og ytst í høgru síðu aftan fyri kvinnuna stingur endin av eini opnari hurð sín snúta fram og rammar myndina inn. Júst sum í fyrru myndini. Hóast nógvu lutirnar á myndunum, tykist alt merkiliga avbalanserað. Bygnaðurin og stóru litflatarnir eru í javnvág, og dempaði blái liturin í ymsum brigdum blandar forgrund og bakgrund saman og savnar myndirnar. Hetta tykist at undirstrika tað trygga og róliga huglagið.

Gomlu kvinnurnar eru eitt høvuðsmyndevni í listini hjá Sigrun Gunnarsdóttur, ið hon ígjøgnum nærum tvey áratíggju hevur málað fleiri ymsar útgávur av. Her hevur Sigrun málað ávikavist mammu og ommu sína, men neyva og einfalda myndamálið ger hinvegin, at myndevnið eisini er alment menniskjaligt – ein lýsing av eini arketypu, ið eisini kann geva afturljóð hinumegin knøttin. Tann umsorganarfulla og vísa móðirin, brýnd av lívsins brotum, trygg í trúnni á eina størri heild. Í so máta ein mótmynd til nútíðarinnar sjálvsøknu individualismu.

Myndevnið við móður listafólksins er væl kent, og í føroysku listasøguni eru dømi sum Mynd av móður míni eftir Sámal Joensen-Mikines frá 1934, Andlitsmynd, móðirin uml. 1955 eftir Ruth Smith, Móðir mín, sum Ingálvur av Reyni málaði í 1971, og Móðir listamansins, sum Zacharias Heinesen málaði í 1992. Ymsar og inniligar lýsingar við ávikavist ekspressivum, naturalistiskum og form- og litgranskandi stíli. Sigrun Gunnarsdóttir gevur eitt rættiliga egið íkast til føroysku listasøguna, og hennara stílur er einfaldur – naivistiskur um ein vil – og súmbolskur.

Myndirnar hjá Sigrun Gunnarsdóttur siga søgur. Afturat myndevninum byggir hon myndirnar upp við súmbolum, tekstbrotum og øðrum forteljandi og gerandisligum lutum. Og sum so eyðkent fyri Sigruna, tekur hon ofta støði í kristindóminum. Súmbolini hjá henni kenna vit aftur, tí tey ferðast frá eini mynd í aðra, og annaðhvørt súmbolini stava úr kristindómi ella eru meira almenn, fáa tey sín týdning í sínum samanhangi – og sjálvsagt í samspæli við hyggjaran. Sum dømi kunnu vit nevna hurðina, sum vísir á skiftið frá jarðiska lívinum til ósædda heimin handan hurðina fyri hesar gomlu kvinnur, hvørs tilvera er farin at halla. Hyggur tú gjølla á fyrru myndina, sært tú ein elalítlan hvítan fugl sita á gólvinum millum kvinnuna og hundin, ið hyggur varisliga at fuglinum. Hann ger einki burturúr sær, ákallar sær ikki uppmerksemi, men er eins týdningarmikil og restin. 

Eins og eitt ekkó av sitatinum á myndini av móður Teresu: “Be faithful in small things because it is in them that your strength lies”. Og síðst men ikki minst breyðið. Í kristindóminum stendur breyðið m.a. fyri Jesu likam, fyri at deila og fyri bæði ítøkiliga og andaliga føði, eins og sagt verður í “gev okkum í dag okkara dagliga breyð”

Listaverkini hjá Sigrun Gunnarsdóttur snúgva seg um tað, ið hevur við menniskju at gera, og her kann breyðið einfalt snúgva seg um nakað so grundleggjandi sum tørvin á andaligari føði, ið vit menniskju hava til felags. Seinna myndin eitur nevniliga Breyðið, sum mettar svongd (2014), og her er tað nærveran millum ættarliðini, sum verður addresserað. Myndin setir spurningar um minnið, um hvat tað kann vera at kenna seg heima, um røddina og tann førning, hon kann bera. 

Mirjam Joensen
listfrøðingur

|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin