í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG
Útgávudagur: 11.01.2019. Virði: 2 x 11,00 kr. Nummar: FO 898-899. Stødd, smáark: 105 x 70 mm. Frímerkjastødd: 21 x 28 mm og 63 x 28mm. Sniðgeving: Kári við Rættará: Prentingarháttur: offset. Prentsmiðja: Cartor Security Printing, Frakland. Postgjaldsbólkur: smábrøv í Føroyum 0-50 gr

Provisoriur 1919 - Smáark, óstemplað

Føroysku provisoriuni frá 1919. Stólabeinsstemplið.

Útgávudagur: 11-01-2019
Vørunr.: PPS000119
Virði: 22,00


DKK 22,00
€2,95

Legg í kurv
-
0
+


Føroysku provisoriuni frá 1919 - stólabeinsstemplið

Tað var kanska lagnunnar speisemi, at tað postala árinið á Føroyar (í filatelistiskum høpi) – burtursæð frá einum enskum sensuri – ikki kom fyrr enn fyrri heimsbardagi var lokin. Men kanska júst tí varð støðan undirmett, og neyvt fyrivarni varð ikki tikið, tá postali myndugleikin í Danmark gjørdi av, at posttaksturin skuldi broytast pr. 1. januar 1919.  Hesin varð m.a. lýstur í Dimmu 14. desember 1918, har vanligur brævtakstur inntil 250 Gr. fór úr 5 oyrum upp í 7 oyru. Sama var galdandi fyri landsporto fyri brævkort inntil 250 Gr. – úr 4 oyru upp í 7 oyru (landsporto fyri brævkort er úr Føroyum til Danmarkar). Hetta varð avgerandi fyri tey komandi provisoriuni, har serliga 2 oyra merki komu at mangla, og her verður serliga hugt at 2 / 5 oyra yvirstemplingini, sonevnda stólabeinsyvirstemplið.

Á posthúsinum í Havn vóru tá mest týðandi funktionerarnir postmeistarin, Rasmus Kristensen Pilgaard (1.06.17- 31.10.22), postekspedienturin, Andreas Ejnar Emil Godskesen Andersen (6.06.17-30.04.20) og postassistenturin, Laurits Diderik Hansen (1.11.18-30.04.25) og seinni sum postkontrollørur (1.07.31-31.12.46). Teir vóru sostatt allir danir, sum ráddu fyri posthúsinum tá.

Postmeistarin Pilgaard varnaðist vandan longu í desember 1918 – og fjarritaði eftir 7 oyra merkjum úr Danmark – við øðrum orðum hevði hann longu her gjørt greitt, at frímerki komu at mangla. Pilgaard varð biðin um at brúka 1 og 2 oyra merkini at uppfrankera við, tí 7 oyra merkini fóru ikki at koma til landið fyri 1. januar 1919. Tann 30. desember fjarritaði Pilgaard aftur til Danmarkar, at nú stóð illa til – frímerkjagoymslan var so at siga tóm. Svarið frá Generaldirektoratinum kom 1. januar, - at so kundi posthúsið klippa 4 oyra frímerkini í tvey og seinni somuleiðis 4 oyra krossbond, tá frímerkini vóru uppi. Tá einki varð sagt um, hvussu hesi merkini skuldu klippast, so var tað eisini ein nýggj støða. L.D. Hansen, sum eisini var frímerkjasavnari visti tó at siga, hvussu frímerki vórðu klipt diagonalt á Vestindisku oyggjunum í 1903. Hetta var so gongda leiðin eisini hesa ferð.

Goymslan gekk tó skjótt undan og longu 10. januar kundi Pilgaard gera støðuna upp, at hóast flestu bygdirnar høvdu nakað av frímerkjum niðurfyri, so var “kassin” í Havn nærum tómur. Sama dag fór tískil nýtt fjarrit til Danmarkar, har støðan varð lýst nærri – einans 5 ørk við 4 oyra merkjum á goymslu. Svarfjarritið, sent leygardagin 11. januar, kl.16.00 frá Generaldirekteratinum var soljóðandi: “Surcgares cipher 2 oere on necessary number of 5 oere Stamps – General Postmaster”.  Harvið var loyvið givið at yvirstempla 5 oyra merki til 2 oyra.                                                                                                               

Tað sæst á fjarritinum, at tað er móttøkustemplað á posthúsinum mánadagin 13.1.19. 5-7 F. Tað hevur tó einki at siga fyri, nær fjarritið varð borið út! Mín niðurstøða er, at ein danskur embætismaður í Havn hevur fingið fjarritið borið út sama dag, ið tað kom, t.v.s. leygardagin, 11. januar, um kvøldið t.d. kl. 18.00 í hesum føri. Helst hevur fjarritið verið borið út á Landavegin, har Pilgaard búði – hetta, um Pilgaard ikki sjálvur hevur givið onnur boð til Det Store Nordiske, tá hann má ætlast at hava roknað við einum týdningarmiklum svarfjarriti. Tá Pilgaard kann hugsast at hava givið serlig boð um útbering av fjarritinum til “varapostmeistaran” til dømis, so verður hetta sagt, tí Pilgaard var í tænastuørindum á Tvøroyri, har Mortensen menn vóru í einari tilgongd at selja Smiril til Føroya Løgting, og ein slík avgerð kundi fáa stóran týdning fyri postflutningin millum oyggjarnar.                                                                                         

Orsakað av tænastuørindunum hjá Pilgaard, so var tað næsti maður á posthúsinum, Godskesen Andersen, ið mátti finna eina loysn. Hann gjørdi eitt útkast til, hvussu ein yvirstempling kundi gerast. (Eitt sovorðið útkast – ein sokallað “essay” er myndevnið á smáarkinum omanfyri.) Men prentsmiðjan hjá Dimmalætting havnaði uppgávuna – helst i tíðarneyð, men lótu honum typirnar 2, Ø, R og E, sum kundu nýtast til eitt stempul. Við typunum fekk Godskesen Andersen snikkarameistaran Peter Poulsen at tillaga eitt skaft úr einum stólabeini, har typirnar vóru ásettar. Soleiðis fingu vit stólabeinsstemplið, sum varð tikið í brúk mánadagin 13.1.1919, hevur Godskesen Andersen nógv ár seinni greitt frá. Eitt ark ella 100 merki vóru yvirstemplað niðurfyri so hvørt – men ongantíð vórðu merki seld óstemplað út av posthúsinum! Tilsamans bleiv tað til 155 ørk ella 15.500 frímerki, ið vórðu yvirstemplað.

Mær vitandi finnast ikki skjøl, sum staðfesta, at Godskesen Andersen minnist rætt, tá hann seinni greiddi frá at 13.1.1919 var fyrsti dagur at 2/5 oyra frímerki bleiv brúkt. Kunnleiki er til í minsta lagi ein brævbjálva, sum er stemplaður sunnudagin 12.1.1919, men eg veit ikki at siga, um hann er ektaður, tó sunnudagin 5.1.1919 varð arbeitt á posthúsinum. So ikki er óhugsandi, at sunnudagurin 12.1 var arbeiðsdagur. Tað eru eisini fleiri aðrir brævbjálvar við øðrum frímerkjum stemplaðir henda sunnudagin. Hesin spurningur kann standa opin her.

Tann 23.1.1919 kom s/s Botnia á Havnina – og í førningi vóru tey frímerkini, sum Pilgaard hevði bílagt. Boðini úr Danmark vóru samstundis, at sølan av provisorium skuldi steðga, - og tað varð hon eisini, men bert í Havnini. Hávetur var, og tað tók fleiri dagar at fáa nýggju frímerkini út í hvønn “krók” – og tískil finnast hesi merkini stemplað nógv seinni. Tað seinast kenda í marts 1919, men sambært Ingvard Jacobsen, frímerkjasavnara og greinaskrivara í Norðatlantex – 76, so høvdu hesi frímerki frankeringsvirði til 31. desember 1926, hóast tað ongan veruligan praktiskan týdning hevði havt.

Kaga vit í bløðini fyri januar 1919, so er ymiskt áhugavert at finna. Longu í Dimmu nr. 5 tann 15. januar 1919, sæst at áhugin fyri hesum frímerkjum er almikil. Á fremstu síðu í nevndu Dimmu er stór lýsing:

“Frimærker  købes! Til højeste Priser købes 5 Øres Frimærker, overstemplede til 2 Ø. I Thorshavn. Frimærkebørsen, København.”

          Og á síðu 3 í somu Dimmu er onnur eftirlýsing undirskrivað Johs. Olaus Joensen, Tórshavn. Seinni skrivar Tingakrossur nr. 3, tann 22. januar 1919 hesa heldur skemtiligu grein:

Frímerki – “epedemi”

“Postmenn okkara hava haft nógv at gera í seinastuni av frímerkjasamlarum, sum “spekulera” í 2-oyra-stemplaðum 5-oyra frímerkjum – 2-oyra merkini eru langt síðani uppi. Fyrr vóru tað mest smádreingir, ið fingust við henda løgna vinnuveg her hjá okkum, men nú eru vaksnir menn – ein blaðstýrari sum harðast! – komnir upp í leikin og senda heilar brævdungar á posthúsið við teirra egna navnið á. Vinning vænta teir óføran: tað sigist at eitt 2-oyra-stemplað merki brátt kann verða 50 Kr.! Eitt stuttligt dømi um hesa frímerkja “epedemi” er “premiu-gátan”, sum Dimma hevur sett út til lokkudorg. Hon er so greið, at hvørt barn kann gita hana, men júst tí kann blaðstýrarin vænta sær loysningar í hópatali – við 2-oyra-stemplaðum frímerkjum uttaná! Og tað er tað, ið umræður. Stundum verða tó “spekulantarnir” lumpaðir. Ein álvarsmaður - so sigur søgan - kom um dagarnar inn á posthúsið við eini rúgvu av brøvum, ið øll vóru til hann sjálvan! Postmaðurin legði eitt krossband um rúgvuna, setti eitt 50-oyra merki á – og flýddi manninum brøvini aftur. Hann bannaði við!” 

Jú, frímerkjaspekulantar vóru har, og í dag eru nógvir savnarar, sum meta lítið og einki um brævbjálvarnar, har tilskriftin er “S P Johannesen, Vaktarhúsgøta”. Sum verða man, tí øll vita, at Petur Sofus Johannesen var stórsavnari; men mær er so fortalt, at  P S ongantíð fór inn á posthúsið at biðja um ávísa stempling - brøvini fóru altíð í postkassan, so var restin upp til postverkið - og gáar tú eftir tí, so finnast t.d. hansara brævbjálvar í ógvuliga ymiskari stempulgóðsku. Og fleiri enn so eru brøvini ikki – so neyvan gera tey nakran skaða; heldur øvugt.

Álvur Danielsen 

Keldur: 

  •  ”Færøernes interimistiske frigørelsesmidler 1919” af Kristian Hopballe og Steffen Riis. 1986.
  • Ingvard Jacobsen, greinskrivari í Norðatlantex – 76.
  • Aage Tholl og Rowland King-Farlow skjøl/ samskifti 1950 -1970.
  • Poul Erik Malmbæk hevur rættlisið.
  • Fjarritið við boðunum at yvirstempla 2/5 oyru kom leygardagin 11.01.1919 – tí verður hesin dagurin eisini nýttur, nú Posta gevur út smáark á 100 ára degnum.

|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin