í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG
Virði: 10,00 og 18,00 kr. Nummar: FO 896-97. Frímerkjastødd: 26 x 40 mm. Listafólk: Astrid Andreasen og gomul russisk ikon. Prentingarháttur: offset + gullfarva og reliefprent. Prentsmiðja: La Poste, Frakland. Postgjaldsbólkur: smábrøv í Føroyum og til Evropu - 0-50 gr

Halgimyndir - Sett av óstemplaðum frímerkjum

Frímerkini vísa ávíkavist ein gamlan russiskan ikon frá 1786 og ein nýggjari, sum listakvinnan, Astrid Andreasen hevur málað.

Útgávudagur: 24.09.2018
Vørunr.: PPA020918
Virði: 28,00


Ikonurin

Ikonurin (halgimyndin) hevur heimstað sín í ortodoksu kirkjuni, eysturkirkjuni, ið er øll prýdd við ikonum. Har hevur hann ein týðandi leiklut undir gudstænastuni, eins væl og í gerandislívinum hjá teimum ortodoksu kristnu. Í ortodoksum heimum standa ikonar í “vakra horninum”, ið vendir móti eystri. Har verða kertir kveiktar, og har verða bønir bidnar. Tað eru tó mong menniskju, sum hava røtur í øðrum kirkjum, ið hava tikið ikonarnar til sín. Áhugin fyri ikonum er støðugt vaksandi.

Ikonurin (grikska orðið “eikon” merkir mynd ella avmynd), ber boð um Guds nærveru. Hann hevur grund sína og haldgóða støði sítt í tí veruleika, at Gud klæddist í hold og varð menniskja í Jesusi Kristi. Ikonurin verður ikki tilbiðin, men æraður. Kirkjufaðirin, Jóhannes í Damaskus, sigur: “Tað er ikki materiuna (tilfarið), ið vit æra, men skaparan av materiuni (tilfarinum), sum vegna frelsu okkara varð materia (hold)”. Á kirkjufundinum  í Nikæa (787) verður sagt og staðfest við ikoninum í huga: “at ikonurin er innblástur av hinum Heilaga Anda, sum livir í honum, og at eins og hin heilagi og lívgevandi krossurin, so á sama hátt átti hin heilagi og dýrabæri ikonurin, málaður við litum, tilevnaður úr smáum steinum ella einum hvørjum øðrum tilfari, sum tænir hesum endamáli, at verði settur inn í tær heilagu kirkjur Guds, á veggir og borð, í húsum og á gøtum, hvørt hesir eru ikonar av Harra okkara, Gudi og Frelsara, Jesusi Kristi, ella okkara lítaleysu hægstu Frú, hini heilagu Gudsmóður, ella teimum heilagu einglum ella æruverdum menniskjum. Tí at heiðurin givin myndini, verður givin ímynd hennara, og tann, ið hávirðir ein ikon, hávirðir tann, sum ikonurin avmyndar”.

Ikonurin ber í sær eina vakurleikans gudfrøði. Hann boðar kirkjunnar trúarlæru og evangelium við litum, formum og linjum. Her er talan um stillisliga ella ljódliga boðan. Ikonurin er fyri eygað, tað, sum orðið er fyri oyrað. “Tað, sum orðið boðar við ljóði sínum, tað sýnir ikonurin tigandi” sigur kirkjufaðirin, Basilius hin Stóri.

Tað verður stundum ført fram, at ikonurin er eitt vindeyga móti Guds dýrd. Ikonurin ber boð um Guds ríki og harvið eina umbroytta mannaætt og ein endurnýggjaðan alheim. Tað skínandi gullið á ikoninum ber boð um Guds dýrd, ævinleikan, har alt er ljós. Ella, sum tað verður sagt í ortodoksu kirkjuni, ber boð um “áttanda dag”, “dagin uttan enda, dagin uttan kvøld, ævinleikan uttan aldur, sól uttan sólsetur”.


Arvurin úr Byzans

Við hesi málisku verður eitt nú hugsað um myndlistina í eysturkirkjuni. Longu í fjórðu øld var ikonografiin fullment í Byzans. Tá Russland tók við kristnari trúgv (988) komu ikonmálarar úr Konstantinopel til Russlands við tí fyri eyga at læra russar handverkið. Myndlistin í eysturkirkjuni kemur í hæddina í Russlandi í 15 øld við ikonmálaranum Andrei Rublev.

Arvurin úr Byzans er eisini komin til Føroyar. Hesi seinastu árini hava nakrar føroyskar kvinnur lært seg at mála – ella rættari at “skriva” ikonar, seinast úti í Mykinesi, har súlan hevur heimastað sín.

Russiski ikonurin frá 1786, sum er avmyndaður á frímerkinum avmyndar Gudsmóðir (Theotokos), sum er eitt tað kendasta motivið. Tað er siðvenja í Russlandi, at í samband við brúdleyp fær brúðurin ein ikon við Gudsmóðir í brúdleypsgávu.

Meinhard Bjartalíð

 

Available formats

Halgimyndir - Postkort

DKK 14,00
€1,87
|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin