| Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Prísur v/MVG |
|---|
Daniel Jacob Danielsen, vanliga róptur Dollin, hevði stóra ávirkan
á søguna hjá Congo
Útgávudagur: 24.09.2014
Vørunr.: PPA000796
Virði: 25,00
Dollin. Útgávudagur: 24.09.2014. Virði: 26,00 kr. Nummar: FO 796
Frímerkjastødd: 42 x 23,52 mm. Sniðgeving: Anker Eli Petersen. Prentháttur: offsett
Prentsmiðja: Cartor, Frakland. Postgjaldsbólkur: stórbrøv í Føroyum 101 - 250 gr
Casement frágreiðingin 1904 – Daniel J. Danielsen (Dollin)
Andlit á gulnaðum myndum. Minni og søgubrot um fólk ið livdu og virkaðu fá ættarlið síðan. Litfarnar slóðir eftir lívslagnum ið fána burtur í miskunnarleysum tíðarmeldri.
Men viðhvørt hendir tað at røtt eygu falla á rætta slóð. Tráðurin verður uppafturtikin og søgur, nógv størri enn heimlig minni benda á, rulla seg út.
Soleiðis vildi til tá søgufróði fyrrverandi Fiskimannafelagsformaðurin og politikarin, Óli Jacobsen, av Sosialinum varð biðin um at skriva um fólk ið liggja grivin í Gamla Kirkjugarði í Havn. Hetta førdi til eina røð av áhugaverdum greinum undir felagsheitinum ”Hendur ið sleptu”.
Tann mest undrunarverda søgan kom av einum gravsteini við áskriftini:
D. J. Danielsen, Missionerur. F. 25. juni 1871 – D. 16. oktober 1916. Virkaði í Kongo 1901-1903. Ein óræddur hermaður Harrans.
Dollin
Daniel Jacob Danielsen, vanliga róptur Dollin, var mest kendur fyri sítt virki sum prædikumaður og trúboðari í Føroyum beint eftir fyrra aldamótið. Hann var ein av undangongumonnunum í føroysku Brøðrasamkomuni, sum í dag er størsta fríkirkja í Føroyum. Hann ferðaðist kring oyggjarnar og helt vekingarfundir og var yvirhøvur ein umstríddur persónur í samtíðini, kendur fyri framfýsni og snarsinni. Í minningarorðunum um Dollan skrivar Dimmalætting m.a.: ”i en første tid optrådte han meget kraftigt, men i de seneste år var han mere afdæmpet. Man havde fuldt ud indtryk af, at han var en helstøbt kristen karakter.”
Starvið sum missionerur í Føroyum gav D. J. Danielsen bæði vinir og óvinir, sum rímiligt er í rembingartíðum, og tiltikna snarsinnið var honum til lítla hjálp.
Men tað var ikki innan bøgarðarnar at Danielsen setti sínar týdningarmestu slóðir. Sum teksturin á gravsteininum bendir á, vistu føroyingar at hann eitt skifti virkaði sum trúboðari í Kongo – tó uttan at festa seg nakað serligt við tað. Men tá Óli Jacobsen kannaði hetta tíðarskeið í lívi Danielsens, kom ein sera undrunarverd søga undan kavi, ið lýsir leiklut hansara í hendingum ið broyttu heimssøguna.
Frístaturin Kongo
Sum avleiðing av at evropiskir rannsóknarmenn í 19. øld høvdu sett Afrika út í kortið, byrjaði ein umfatandi kolonisering av teimum risastóru landaøkjunum inni í heimspartinum. Frá 1885 til 1908 hevði belgiski kongurin Leopold II persónligt ræði yvir Frístatinum Kongo, ið norðantil hevði mark eftir Tsjiloango ánni til táverandi portugisiska innlendisøkið Kabina og Franskt Kongo. Eystureftir lá markið við Bretskt- og Týskt Eysturafrika og suðureftir móti Bretska Sentralafrika og Portugisiska Vesturafrika. Hetta risastóra landaøkið, 2.252.800 fermetrar stórt, var ein rein handilskoloni, ið Leopold kongur hevði ræði yvir. Útflutningsvørurnar úr Frístatinum Kongo umfataði m. a. fílabein, palmuolju, kaffi og eina umfatandi gummiframleiðslu. Arbeiðið var framt við tvungnari arbeiðsmegi úr kongolskum fólkabólkum, sum fingu lítið og onki burturúr virðismikla útflutninginum.
Trúboðaravirksemi
Trúgvi fylgisneytin hjá hjálandatøkuni var kristið trúboðaravirksemi - og Frístaturin Kongo var onki undantak. Umfatandi trúboðaravirksemi á yvir 100 trúboðanarstøðum, harav bróðurparturin varð rikin av protestantiskum felagsskapum, tók seg skjótt upp í landinum. Tað var til eina av hesum støðunum, ensku Balolo trúboðarastøðina í Bonginda, at D. J. Danielsen kom í 1901, fyri at virka sum trúboðari og skipari/maskinmeistari á lítla hjóldamparanum ”Pioneer” (ovari áarbáturin á frímerkinum).
D. J. Danielsen, sum á ungum árum ikki hevði nakað serligt átrúnaðarligt tilknýti, var ein heldur ótálmaður unglingi. 18 ára gamal fór hann til Skotlands at nema sær útbúgving sum maskinmeistari. Í nøkur ár sigldi hann við enskum eymskipum og hevði, eftir hvat sigst, trupulleikar av rúsdrekka. 27 ára gamal varð hann tó umvendur á einum kristnum fundi í Glasgow, vendi gamla lívinum bakið og varð síðan, sum longu nevnt, førdur til Kongo av síni kristnu sannføring.
Ágangur mótvegis fólkinum
Longu í 1890unum gingu leysasøgur um ágang mótvegis innfødda fólkinum í Frístatinum Kongo. Trúboðarar, blaðfólk og mannarættindarfelagskapurin, Aboriginal Protection Society, søgdu frá umfatandi brotum á mannarættindi í landinum, men tíðindini vóru kveistraði til viks av Leopold kongi og hansara kongolesisku umsiting.
Casement frágreiðingin
Í 1903 vóru søgurnar um ágangin mótvegis innfødda fólkinum so umfatandi, at enska parlamentið avgjørdi at senda bretska konsulin í Boma, Kongo – íran Roger Casement – niðan á Kongoánna at kanna støðuna.
Fyri at kunna ferðast uttan at mynduleikarnir vaktu yvir honum, leigaði Roger Casement gamla hjóldamparan ”Henry Reed” frá amerikansku babtista missiónini (niðari báturin á frímerkinum). Congo Balolo Mission sendi honum ein skipara/maskinmeistara – og hetta var eingin annar enn D. J. Danielsen.
Danielsen førdi Casement umborð á ”Henry Reed” runt um á Kongoánni og inn á tvøráirnar. Hann virkaði afturat starvinum sum skipari og maskinmeistari, eisini sum hjálparmaður og tulkur hjá Casement. Í einum brævi til bretska uttanríkismálaráðið, rósti Casement Danielsen fyri dugnaskap og gjørdi vart við at um hann ikki hevði verið við á ferðini, hevði túrurin ikki verið so væleydnaður sum hann gjørdist.
Úrslitið av rannsóknarferðini varð tann sonevnda ”Casement frágreiðingin”, sum í 1904 kom út við sundurlemjandi atfinningum mótvegis Kongo umsitingini hjá Leopold kongi. Frágreiðingin umfataði ræðuligar frásagnir um tvingsil, morð, limaløstan, burturflyting og karráan harðskap mótvegis innfødda fólkinum, framt av hermonnum hjá umsitingini.
Við støði í frágreiðingini, kravdi bretska stjórnin eina endurskoðan av Berlinavtaluni frá 1885, har Leopold kongur hevði fingið persónligan ræðisrætt til hjálandið. Belgiska parlamentið noyddi Leopold at seta ein óheftan kanningarbólk, ið stórt sæð kundi vátta ákærurnar hjá Roger Casement.
Arvurin eftir Danielsen
Eftir rannsóknarferðina hjá Casement, fór D. J. Danielsen aftur til Onglands, har hann íðin royndi at fáa sín egna trúðboðarafelagsskap, Congo Balolo Mission, til alment at finnast at støðuni í Kongo.
Av tí at felagsskapurin drálaði, fór Danielsen sjálvur undir at halda eina røð av fundum í Skotlandi, har hann vísti ljósmyndir av løstaðum kongolesum, hann sjálvur hevði tikið. Í hesum sambandi hevði hann neyvt samband við blaðmannin E. D. Morel, ein av høvuðsleikarunum í somu søk.
Ljósmyndafundirnir hjá D. J. Danielsen fingu so framúr undirtøku, at Balolo missiónin stutt eftir fór undir at skipa fyri egnum fundum, sum í mars 1904, eftir at Casement frágreiðingin var útkomin, førdi til stovnanina av Congo Reform Association, ið síðan koyrdi átakið víðari og vakti eina sanna fólkarørslu í Stórabretlandi, Europa og USA. Kendir menn sum Sir Arthur Conan Doyle og Mark Twain luttóku eisini í átakinum.
Hendan rørslan var orsøkin til at Leopold II í 1908 noyddist at siga Kongo frá sær sum persónliga ogn.
Kanningarnar hjá Óla Jacobsen hava víst at tað var D. J. Danielsen ið tók upprunaligu og vælkendu myndirnar av løstaðum kongolesarum, men at onnur hava fingið heiðurin fyri hetta. Hesar myndir høvdu avgerandi týdning fyri úrslitið av átakinum.
Tað er eisini greitt at tað var Danielsen ið kveikti upp undir tað, ið seinni varð til sokallaðu ”Congo Reform Campaign”, og at enda fekk avleiðingar fyri Leopold kong. Men leikluturin hjá honum er gloymdur og hann verður bert nevndur kvamsvís í søgunum.
D. J. Danielsen vendi ongantíð aftur til Kongo. Í 1904 flutti hann heim til Føroya við konuni Linu ið hann giftist við sama ár – og byrjaði sítt trúboðaravirksemi á klettunum. Hetta helt hann fram við til hann doyði í 1916 og varð, sum nevnt í innganginum, ein av undangongumonnunum í føroysku Brøðrasamkomuni.
Í sambandi við frímerkjaútgávuna gevur Óli Jacobsen eina bók út um Daniel Jacob Danielsen á enskum, har hansara leiklutur í Kongomálinum verður dokumenteraður við higartil ókendum skjølum.
Anker Eli Petersen