| Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Prísur v/MVG |
|---|
Janus – hann við teim mongu andlitunum. Yrkjarin við teimum villu kenslunum, hvørs orð mála inniligar løtumyndir í útjaðaranum av hugaheiminum.
Útgávudagur: 20.09.2004
Vørunr.: PPS990904
Virði: 75,00
Mín sorg er ein kvinna so marmorbleik,
hon stendur á brimbørdum
strondum,
hon hoyrir stormanna
villa leik
og dans á fjallbygdum
londum.
Janus – hann við teim mongu
andlitunum. Yrkjarin við teimum villu
kenslunum, hvørs orð mála inniligar løtumyndir í útjaðaranum av
hugaheiminum. Stundum í villari øði,
stundum stillur og hugsin.
Yrkjarin, ið kann lyfta sjálvkensluna hjá einari heilari tjóð við stórum lótum
og bylgjandi orðum, men eisini lýsa hennara lorkuta nalvapilkarí í tí
sjálvaoyðandi runudíkinum – uttan at dylja sína vanvirðing.
Hann, ið gevur havinum, berginum og ódnini teirra dunandi rødd, men sum eisini
megnar at lýsa deyðan við røddini hjá einari lítlari smágentu.
Ein løgin og marglyntur yrkjari, ið, líka sum sín guddómligi rómverski navnabróðir,
nú sýnir eitt andlit - og løtu seinni - eitt heilt annað.
Jens Hendrik Oliver
Djurhuus, vanliga róptur Janus, varð borin í heim í Havn í 1881. Hann vísti seg skjótt at vera evnaríkur út
yvir tað vanliga, og las longu í realskúlanum grikst og latín. Eftir hvat sigst, fekk hann ans fyri
móðurmálinum, tá hann í skúlanum hoyrdi ein av sínum floksfelagum, Jákup Dahl,
lesa yrkingina “Nú er tann stundin..”, av yrkjaranum og tjóðskaparleiðaranum
Johannes Patursson.
Janus tók preliminerprógv í 1897, og fór so til Danmarkar at ganga á
studentaskúla. Hann var fyrst í
Keypmannahavn, men flutti so til Bornholm, har fyrrverandi lærari hansara, Emil
Bruun, var prestur.
Janus tók studentsprógv í
1900, og árið eftir kom fyrsta yrking hansara “Blíð er summarnátt á Føroya
landi”. Í 1911 gjørdist Janus Djurhuus
cand. jur., og virkaði síðan sum løgfrøðingur í Danmark og í Føroyum.
Í 1914 kom fyrsta
yrkingasavnið: “Yrkingar”.
Restina av søguni kenna vit. Fimm
yrkingasøvn og ein mongd av umsetingum, m.a. av teimum klassisku griksku
yrkjarunum. Størsta verk hansara var
umsetingin av Illiaduni av Homer.
Tá Janus Djurhuus doyði í
1948, lógu yvir 200 yrkingar og umsetingar eftir hann.
Tær klassisku
fornbókmentirnar, og hansara kunnleiki til grikst og latín, seta dám á poetisku
verkini hjá Janus Djurhuus. Men eisini
national-romantiska rørslan, tokkin til føroyska málið og kunnleikin um
fornnorrønu bókmentirnar hava gjørt hann til tann mest týðandi føroyska yrkjaran
– faðir at tí bundna føroyska nútíðar skaldskapinum.
Tað letur seg sjálvandi
ikki gera at lýsa allan skaldskapin í 10 smáum myndum, so eg havi stutt og
greitt valt tær yrkingar, mær sjálvum dámar best. Hetta ger, at evnisvalið hellur á tað
tjóðskaparliga og norrøna borðið, meðan tann klassiska linjan fellur
burtur. Men eygað sær nú einaferð tað,
sum tað helst vil síggja, og kanska vil eitt annað listafólk onkuntíð geva eitt
innlit í klassiska alheimin hjá hesum mæta yrkjaranum.
Á tí nýggja databasanum
um list og bókmentir: www.faroeartstamps.fo,
sum frímerkjadeildin letur upp í næstum, verða yrkingarnar, sum hava ligið til
grund fyri hesa frímerkjaútgávuna, lagdar út.
A. E. Petersen