í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

330.000 kr. til barnaheimið

Jólamerkjagrunnurin letur Barnaheiminum kr. 330.000

Jólamerkjagrunnurin hevur til endamáls at býta út ágóðan av søluni av jólamerkjum, ið Posta gevur út á hvørjum ári. Grunnurin stuðlar samfelagsgagnligum verkætlanum fyri børn og ung. Í ár hevur Barnaheimið fingið stuðul áljóðandi kr. 330.000.

Hvørja ferð tú keypir jólamerki frá Posta, fer vinningurin til Jólamerkjagrunnin, sum letur stuðul til verkætlanir fyri børn og ung. Í ár fær Barnaheimið stuðul áljóðandi kr. 330.000.

Grundgevingin fyri at lata Barnaheiminum stuðulin er, at Jólamerkjagrunnurin vil seta sjóneykuna á børn, ið ikki hava eina sterka rødd í samfelagnum. Somuleiðis verður megnararbeiðið, sum Barnaheimið fremur, viðurkent. Grunnurin ásannar eisini, at fíggjarligu karmarnir hjá Barnaheiminum geva ikki rúm fyri stórvegis upplivingum, sum liggja uttanfyri Barnaheimið. Fyri børn hava upplivingar stóran týdning fyri trivnað og menning. Í grannalondum okkara er vanligt, at stovnar av hesum slagi fara uttanlands tvær ferðir um árið, tí tað er mennandi hjá børnunum at koma út úr sínum vanliga umhvørvi. Í Føroyum hevur Barnaheimið ikki so stórt rásarúm at skipa fyri uttanlandsferðum. Tískil er gjørt av at oyramerkja stuðulin til eina skíferð til Noregs í mars 2016. Á Barnaheiminum húsast í dag umleið 20 børn.

Jólamerkini kunnu keypast á Posta og á stamps.fo. Í ár hevur Edward Fuglø sniðgivið jólamerkini, og kostar arkið kr. 30,-.

Jólamerkjagrunnurin ynskir børnum og starvsfólkum á Barnaheiminum eini gleðilig jól og ynskir teimum eina avbera góða skíferð.

 

Í Jólamerkjagrunninum eru:
Joel undir Leitinum, formaður
Edvard Heen, nevndarlimur
Fróði Joensen, nevndarlimur

|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin