í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Skráseting 

Tá tygum bíleggja/keypa, biðja vit um navn, bústað, telefonnummar og t-postbústað.

Upplýsingarnir verða einans nýttir til at avgreiða tygara bílegging við. Teir verða goymdir á tryggan hátt og verða ikki á nakran hátt givnir víðari.

Ynskja tygum, at vit ikki goyma upplýsingarnar, mugu tygum siga okkum frá hesum. Vit mugu tó goyma avrit av fakturum í 5 ár til grannskoðanina.

Tygara IP-bústaður verður skrásettur, men verður vanliga ikki nýttur til nakað. Hesin kann tó verða nýttur, um onkur bíleggur á følskum grundlarlag. Allar tílíkar bíleggingar verða meldaðar til løgregluna.

Tygum kunna eisini fáa tíðindabræv um nýggjar vørur og líknandi. Ynskja tygum at melda frá, ber tað sjálvandi eisini til.
 
Keyp uttan skráseting
Ynskja tygum ikki vera skrásettur sum keypari á www.stamps.fo, kunnu tygum bíleggja gjøgnum telefon ella senda okkum eitt faks, teldubræv ella vanligt bræv.
 
Prísir
Allir prísir á heimasíðuni verða vístir í donskum krónum (DKK) uttan mvg ella onnur avgjøld. Afturat bíleggingum til Danmarkar verða 5% løgd omaná samlaða prísin og til Fraklands verða 10% løgd omaná. Hetta verður víst í keypskurvini.
 
Gjalding
Tygum ráða sjálv/ur fyri, hvussu tygum vilja gjalda:
 
- umvegis PayPal. 10,- kr í ómaksgjaldi verða lagdar omaná keypsupphæddina.
 
- við gjaldskorti: FR/Dankort, Visakort, JCB ella Eurocard/Mastercard. Goldið verður umvegis tryggu heimasíðuna hjá DIBS. Eitt ómaksgjald á 10,00 kr. verður lagt á øll gjøld við gjaldskorti.
 
- umvegis kontu okkara í Suðuroyar Sparikassa 9870 4271212
 
- við at skuldskriva kundakonto tygara

- umvegis PBS (bert til Danmarkar). Afturat bíleggingum til Danmarkar størri enn 80,00 krónur verða 5% løgd omaná í mvg.
GG: Vit taka ikki ímóti kekkum longur.
 
Girokonta: Keypmannahavn:  9541-625 9847
IBAN: DK02 3000 0006 2598 47
SWIFT/BIC: DABADKKK


Bílegging váttað
Tá ið tygum bíleggja vøru frá okkum, fáa tygum beinanvegin teldupost, sum váttar bíleggingina. Í váttanini stendur bíleggingarnummar, navn tygara og bústaður, gjaldsháttur, hvar vøran skal sendast, hvat umbiðið er og tílíkt. Hesa váttan eiga tygum at goyma.

Sendingargjald
Allar sendingar verða álagdar eitt ómaksgjald, sum er 15,00 kr. fyri haldarasendingar og 20,00 kr. fyri bíleggingar. Vit senda tað bílagda við vanligum brævi, tá ið keypið ikki fer upp um 1.000,00 kr. Annars verður tað sent sum skrásett bræv (”rekommanderað").

Vørulating
Vøran verður send við Posta. Um vøran ikki er á goymslu, fáa tygum boð um hetta við telduposti; annars eiga tygum at fáa vøruna í næstu viku ella vikuna eftir um bústaðurin er í Føroyum. Kemur vøran ikki fram, senda vit vøruna av nýggjum. Í slíkum føri, má Posta Stamps hava rímiliga vissu fyri, at vøran veruliga ikki er komin upp á pláss.

Fyrivarni
Vit taka fyrivarni um prísurin hækkar, meirvirðisgjaldi og øðrum gjøldum. Somuleiðis, um postsambandið fer, eins og villa er í tekstinum ella brek eru á myndini. 
 
Klagurættindi
Posta Stamps veitir 1 ára klagurætt sum ásett í keypilógini umfatandi framleiðslu- og tilfarsfeilir, sum koma fram, tá vøran verður nýtt á vanligan hátt.

Klagurætturin er ikki galdandi fyri feilir, skaðar ella slit, sum beinleiðis ella óbeinleiðis er íkomin orsakað av skeivari nýtslu.

Klaga yvir feilir og manglar, sum keypari eigur at síggja, tá hann fær og sær vøruna, skal fráboðast Posta Stamps innan 30 dagar. Vøran kann tá verða send aftur til Posta Stamps til umvæling, umbýti ella, sbrt avtalu, at keypari fær keypspeningin aftur. Posta Stamps rindar kostnað fyri aftursending í samband við klagu innan fyri rímiligt mark.

Er talan um feilir, manglar ella vøru, ið ikki er komin fram, verður keypari at venda sær til:
  
Posta Stamps
Óðinshædd 2
FO-100 Tórshavn
Føroyar
T-postur: stamps@posta.fo

Vøra, ið verður latin inn aftur, skal eisini sendast til hesa adressuna. Gevið gætur, at Posta Stamps ikki tekur ímóti pakkum sendir pr eftirkrav. Afturlating kann eisini fremjast við at nokta at taka ímóti vøruni ella lata vøruna persónliga hjá Posta Stamps.

Tað er ikki eitt krav, men avgreiðslan verður alt annað líka lættari, um allar tær neyðugu upplýsingarnar eru við í pakkanum - t.d avrit av ordraváttan, skrásetingar- og kontunummar í peningastovni, hartil peningurin skal sendast og kanska eisini avrit av samskifti, ið hevur verið.
 
Iðranarrættur
Í fjúrtan dagar frá tí degi, tygum fáa vøruna, hava tygum rætt at iðra tygum um keypið.
 
Hetta sbrt. brúkaraavtalulógini (lóg nr 139 frá 29. mars 1978 "om visse forbrugeraftaler" - sett í gildi við kongligari fyriskipan nr. 483 frá 28. novembur 1979).

Angrar keypari eitt keyp, verður hann at senda Posta Stamps vøruna aftur í sama standi, ið vøran varð móttikin.

Tá Posta Stamps hevur móttikið og góðkent aftursendu vøruna, verður keypspeningurin sendur innan nakrar fáar dagar (frároknað post- og avgreiðslugjald) til keyparans kontu.

Kostnaðin av at senda vøruna aftur til Posta Stamps, ber keypari.

Góð ráð um keyp á alnótini
Keypa tygum á alnótini, skulu tygum bert keypa frá heimasíðum, ið uppgeva navn, tilhald/bústað, telefonnummar og teldutilskrift, so at tygum eftir keypið kunnu fáa samband aftur við fyritøkuna, gerst tað neyðugt.
|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin