Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Prísur v/MVG |
---|
Vit kunnu bjóða tær at gjalda skjótt og trygt við gjaldskorti her á síðuni. Harumframt ber til at skráseta títt gjaldskort, soleiðis at øll gjøld fyri keyp á síðuni verða sjálvvirkandi tikin av kortinum. Mannagongdin er tann, at tú skrásetur títt gjaldskort á her síðuni, um tú ynskir at gjalda fyri bíleggingar og hald við korti. Hetta er galdandi fyri allar bíleggingar, tað veri seg við telduposti, brævi, telefon ella á heimasíðuni.
Hevur tú skrásett títt gjaldskort á stamps.fo, verða komandi gjøld fyri hald og bíleggingar sjálvvirkandi tikin av kortinum.
Situr tú eftir við møguligum spurningum, ring so til kundatænastu okkara á telefon 346200, send ein teldupost til stamps@posta.fo ella skriva til okkum við at nýta teigin "Spyr okkum" vinstrumegin.
Vit vegleiða fegin.
Neyðugt er at stovna eina kundakonto á stamps.fo, um tú ynskir at brúka sjálvvirkandi gjaldsskipanina.
Hevur tú onga kundakonto á stamps.fo? Fá tær eina í dag:
Tú hevur longu eina kundakonto hjá okkum
Um tú longu hevur eina kundakonto, skalt tú bert rita inn her á síðuni og skráseta títt gjaldskort. Hetta gert tú við at trýsta á navnið hjá tær, sum stendur í breddanum ovast á síðuni.