í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG
Útgávudagur: 27.02.2017. Virði: 17 og 19 kr. Nummar: FO 855-856. Frímerkjastødd: 56,0 x 21,0 mm. Myndatøka: Eirik Sørstrømmen. Prentingarháttur: offsett. Prentsmiðja: Cartor Security Printing, Frakland. Postgjaldsbólkur: smábrøv til Evropu og til onnur lond, 0-50 gr

Leitisvatn/Sørvágsvatn - Sett av óstemplaðum frímerkjum

Føroya størsta vatn hevur tvey nøvn. Tað liggur í Vágum og kallast Leitisvatn og Sørvágsvatn.

Útgávudagur: 27-02-2017
Vørunr.: PPA020217
Virði: 36,00


Leitisvatn/Sørvágsvatn
Tað sigur seg sjálvt, at eitt land við so nógvum regni sum Føroyar, eisini hevur mong vøtn. Av jarðfrøðiligum ávum, brøttum bergi og fjallalendi, rennur meginparturin av regnvatninum beinleiðis á bláman. Men, serliga á teimum stóru oyggjunum, savnast vatnið í natúrligar lægdir í landslagnum og verður til vøtn og tjarnir. Hetta bæði á láglendi, sum uppi millum fjalla.

Føroya størsta vatn hevur tvey nøvn. Tað liggur í Vágum, stutt frá Vága Floghavn, og kallast Leitisvatn í bygdunum eystanfyri vatnið, meðan sørvingar kalla tað Sørvágsvatn.

Leitisvatn liggur í 32 metra hædd í einum breiðum dali millum fjøllini á sunnara parti av Vágum. Vatnið er 3,56 km2 í vídd, uml. 6 kilometrar langt og uml. 800 metrar har tað er sum breiðast. Miðaldýpið er 27,5 metrar og har tað er djúpast, 59 m.

Frárenslið er tann stutta Bøsdalsá, sum rennur út av berginum í Bøsdalafossi, beinleiðis á sjógv. Suðursíðan av Vágum er illa jarðslitin og eyðkend fyri bratta bjargalendið, m.a. forbergið Trælanípan, sunnanfyri Bøsdalafoss. Um bergið máast meir og lendið, ið heldur vatninum inni, rapar, fer stórur partur av Leitisvatni fyri skeyti – men tað er ikki vandi fyri tí enn á sinni.

Strondin er mest hella og leyst smágrót, men norðasti endin av vatninum hevur sandstrond. Við norðurendan liggur annars einasta innlandsbygd í Føroyum, Vatnsoyrar.

Leitisvatn og landslagið rundan um, er eitt náttúruvakurt øki, ið dregur mong ferðafólk. Serliga ein optisk villingarsjón við vatnið, har tað verður avmyndað ella sæð frá einum ávísum sjónarhorni, hevur vakt ans um allan heim. Hóast vatnið bara liggur í 32 metra hædd, ger bratta bergið sunnanfyri og líðin oman móti vatninum, at tað tykist liggja nógv hægri enn tað í roynd og veru ger.

Vestanfyri Leitisvatn liggur, sum fyrr nevnt, Vága Floghavn. Undir øðrum heimsbardaga, áðrenn floghavnin varð bygd, nýtti bretska hersetingarvaldið vatnið at lenda á við sjóflogførum, ið vardu føroysku havleiðirnar og annars fluttu manning og tilfar til hernaðarstøðina. Tað finnast enn mangar slóðir og toftir eftir virksemið hjá bretska hervaldinum við Leitisvatn.

Sum flest onnur størri vøtn í Føroyum, hevur Leitisvatn, sambært fólkatrúnni, sín egna nyk. Nykurin var ein fornesk sævarvera, sum helt til í vøtnum og áum – og kundi skifta ham eftir tørvi. Nykurin í Leitisvatni kemur í sagnunum fyri bæði í rossa- og mannaskapi – og var serliga vandamikil fyri børn og ungar gentur. Um ein var so óheppin at nerta við hann í rossaskapi, hekk man fastur og varð drigin út í vatnið og druknaður. Endamálið við nykinum í gamla samfelagnum, var sjálvandi at halda børn uttan umsjón frá vatninum – og harafturat at forða fyri at ungar gentur góvu seg í lag við ungar fremmandar menn.

Sambært søgnina, las kendi presturin Rasmus Ganting (1578-1642) tó nykin inn í ein stóran klett, Leiðisteinur, við Leitisvatn. Steinurin er ikki til longur, men staðarnavnið hongur við. Sami Ganting sigst eisini, saman við húskallinum, at hava ligið nátt hjá huldufólkinum í Biskupsheygi, stutt frá vatninum. Eftir gistingina las hann heygin í lás med alla.

Men, hóast trøll og huldufólk, so er Leitisvatn vert at vitja. Eitt vakurt náttúruøki, sum sæst á frímerkjunum, kryddað við mentanarleivdum frá farnum ættarliðum.

Anker Eli Petersen
Available formats
|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin