í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG
Virði: 9 og 17 kr. Nummar: FO 828-829. Frímerkjastødd: 34,7 x 46,33 mm. Stødd, smáark: 86 x 84 mm. Sett upp: Posta Prentháttur: offsett. Prentsmiðja: Cartor Security Printing, Frakland. Postgjaldsbólkur: smábrøv í Føroyum og til Evropu - o-50 gr

Postverk Føroya 40 ár - Smáark, óstemplað

Tann 1. apríl 1976 varð føroyska deildin av danska postverkinum yvirtikin av Føroya Landsstýri.

Útgávudagur: 01-04-2016
Vørunr.: PPS000416
Virði: 26,00


Postverk Føroya 40 ár

Tá postkassarnir skiftu lit

Sjónin er í roynd og veru eitt rættuliga margháttligt fyribrigdi.  Umframt ta sjálvsøgdu uppgávuna, at síggja umhvørvið og leiða okkum nøkulunda snikkaleys gjøgnum gerandisdagin, hevur hon eisini eitt slag av skrásetandi funktión, at senda ótilvitaða kunning frá eyganum til tann partin av heilanum, ið tekur sær av heildarmyndini. Vit varnast, uttan at hyggja beinleiðis eftir, so brátt onkur lítil broyting er farin fram í kendum umhvørvi. Tað er helst ein fyrndargamal og íborin verndarháttur vit hava: ”Verð varin, alt er ikki sum tað plagar!”

Tað var ein sovorðin uppliving eg fekk ein dagin í 1976, ávegis inn til keypmannin í grannalagnum. Í visuellu heildarmyndini, var okkurt, ið ikki ruggaði rætt, men í løtuni kundi eg ikki seta fingurin á hvat tað var. Ikki fyrr enn eg skuldi lata dyrnar upp, varnaðist eg broytingina:

Tann vakri reyði postkassin frá danska postverkinum, ið annars hekk við dyrnar, var burtur.
Í staðin hekk nú ein postkassi av sama slag og skapi – men hann var bláur og prýddur við einum stiliseraðum veðrahorni og áskriftini: Postverk Føroya.
Næstu dagarnir sá eg postkassar allastaðni – men brátt vandi heilin seg við ta sannroynd, at sjálvandi eru postkassar bláir – og orðatilfeingið varð víðkað við hugtakinum ”postblátt.”

Seinni komu fleiri broytingar í gøtumyndini. Teir eyðkendu gulu Renault 4 postbilarnir hvurvu og vórðu avloystir av smáum og størri blámálaðum vøruvognum. Enntá ein tann mest eyðkenda og ikoniska ímyndin hjá danska postverkinum – postmaðurin í kaskett og blóðreyðum jakka, endaði sum ein nostalgisk minnismynd. Í staðin fingu vit postboð í meira tíðarhóskandi búna, bláir og svartir jakkar við endurskini á ermuni.

Jú, mangt broyttist í 1976 – og orsøkin lá eini tvey ár frammanundan. Eftir løgtingsvalið í 1974, gingu Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin saman í samgongu. Ein partur av samgonguskjalinum var at yvirtaka stovnar riknir av ríkinum, m.a. postverkið og  leggja tað undir heimastýrið.  Samráðingar byrjaðu í 1975 og tann 1. apríl 1976 varð føroyska deildin av danska postverkinum yvirtikin av Føroya Landsstýri. Nýggi stovnurin fekk heitið Postverk Føroya og danska signaltrompetin á búmerkinum varð skift út við eitt veðrahorn.

Við yvirtøkuni vórðu tvær nýggjar deildir lagdar afturat vanliga postflutningsvirkseminum. Ein postgirodeild og so tað, ið filatelistar og frímerkjasavnarar um allan heim eftirhondini kenna so væl, nevniliga frímerkjadeildin.

Longu tann 30. januar 1975 sendi táverandi danska postverkið fyrstu føroysku frímerkini á marknaðin, saman við føroysku deildini. Og á sjálvum yvirtøkudegnum, tann 1. apríl 1976, gav nýstovnaða føroyska frímerkjadeildin út tey fyrstu reint føroysku frímerkini. Evnisvalið var Merkið, ein bátur í neysti og eitt gamalt føroyskt postboð. Síðan hevur gingið slag í slag við teimum smáu perforeraðu myndunum úr føroyska alheiminum – og hesi bæði minnisfrímerkini hava raðnummar FO 828 og 829.

Føroyska frímerkjaútgávan hevur havt sína, ikki heilt eiðasøru ávirkan á samfelagið. Fyri ein part orsakað av útflutningsinntøkum – og, ikki minst, við at breiða kunning og vitan um okkara lítla oyggjaland víða út í heim.

Nógv er broytt síðan sjeytiárini. Menningin hevur gingið skjótt fyri seg og hevur ført mangar broytingar við sær. Gamla Postverk Føroya varð í 2005 umskipað til eitt sjálvsognar partafelag og í 2009 fekk felagið nýtt navn og nýtt búmerki. Partafelagið eitur nú stutt og greitt, Posta, og nógv av tí siðbundna virkseminum er umlagt ella lagað til menningina. Men frímerkjaútgávurnar halda fram sum vanligt, og tað er tykkum, ið savna føroysk frímerki, fyri at takka, umframt teimum einstaklingum og fyritøkum, sum frankerað síni brøv við føroyskum frímerkjum.

Tillukku Posta við teimum 40 árunum. Søgan hevur verið marglitt og áhugaverd – og handan í morgin bíðar framtíðin og enn fleiri ársdagar.

Anker Eli Petersen

|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin