í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Sepac 2015 - Merki óst.

Evnið í ár er mentan og føroyska merkið vísir bindilist

Útgávudagur: 28-09-2015
Vørunr.: PPA000817
Virði: 17,00


Sepac 2015. Útgávudagur: 28.09.2015. Virði: 17,00 kr. Nummar: FO 817
Frímerkjastødd: 43 x 32 mm.  Listafólk: Randi Samsonsen Prentháttur: offsett
Prentsmiðja: Cartor Security Printing, Frakland. Postgjaldsbólkur: smábrøv til Evropu, 0 - 50 gr.

 

 

 

Sepac 2015: Bindilist

Ongin veit nágreiniliga, nær fólk fóru at binda ella hvaðani binding stavar, men staðfestast kann, at ullin hevur havt stóran týdning í Føroyum líka síðani landnámstíðina. Oyggjarnar eru nevndar eftir seyðinum, sum gevur okkum ullina. Seyðaoyggjarnar, sum víkingarnir úr Noregi nevndu tær.

 

Ull er Føroya gull

Eitt gamalt orðatak sigur at “Ull er Føroya gull”. Hetta orðatakið sigur nakað um lívið í Føroyum í gomlum døgum. Ullint pløgg, bæði vovin og bundin, t.d. hosur og troyggjur, vóru høvuðsframleiðslan í øldir og í nógvum førum einasta inntøkukeldan.

Fólk livdu av jørðini og jørðin gav seyð í túsundatali. Seyðakjøtið varð til egið brúk og ullin varð seld. Uml. 1880 livdu meira enn 80% av Føroya fólki av seyðahaldi.

 

Bæði menn og kvinnur brúktu kvøldini til at virka ullintar vørur. Húsfólkini sótu fram við veggjunum í berligu roykstovunum og bundu og spunnu, meðan sagt var frá søgum um trøll og huldufólk og gomlu kvæðini vórðu kvøðin.

 

At siga frá, at syngja og at arbeiða við ullini er alt tætt knýtt saman. Onkur vil verða við at kvæðini og søgurnar, sum eru hornasteinarnir í føroyskari mentan,  als ikki høvdu yvirlivað, var tað ikki fyri arbeiðinum við ullini.

 

Bindiklubbar

Í Føroyum er tað sera vanligt at kvinnur, bæði ungar gentur og gamlar konur, ganga í bindiklubb. Man savnast í heimunum hjá einum av limunum eina ferð um vikuna ella 14. hvønn dag og so skiftist man um at vera vertur. Bindiklubbar eru eitt forum, har man kann býta um mynstur og uppskriftir og vísa fram tey lidnu pløggini  - eitt hugnaligt kvøld við práti og sleygi.

 

Um summarið fara fólk í túsundatali á tónleikafestivalarnir at lurta eftir føroyskum og altjóða tónleikabólkum. Vanligt er at verða í ymiskum sløgum av skipstroyggjum og av pallinum sæst eitt satt hav av mynstrutum troyggjum við íblástri úr aldargamlari føroyskari bindisiðvenju.

Bundin list

 

At binda til onnur endamál enn klæðir, hevur verið sera óvanligt í Føroyum inntil fyri heilt stuttum. Bundið varð einans til praktisk endamál, tað skuldi verða nýtiligt og sera sjáldan bert sum list við einum estetiskum endamáli.

 

Men undantøk eru, m.a. hevur Randi Samsonsen víst okkum at binding kann brúkast til list eins væl og klæðir. Nakað av nýggjastu bundnu listini er tilevnað av Randi Samsonsen, sum í 2012 tók prógv sum Master of textile Design við Designskolen i Kolding. Hon brúkar binding sum eina listagrein fyri at bróta tær avmarkingar, sum kunnu verða í binding. Randi heldur at hetta gamla handverkið, sum hevur gingið í arv í fleiri ættarlið, ger okkum før fyri at finna nýggjar slóðir og siga søgurnar umaftur á ein annan hátt.

 

Bindifestivalur í Føroyum

Sum nakað nýtt, so varð fyri fyrstu ferð skipað fyri bindifestivali í Føroyum. Bindifestivalurin varð hildin í Fuglafirði, sum í tríggjar dagar í apríl varð umbroyttur til ein stóran bindiklubba. Workshops í privatum stovum, bindikafé og felagshugni var á skránni allar dagarnar.

 

Í nógv ár hevur verið hugt niður á handverkið binding, meðan sniðgeving hevur verið mett hægri. Men tey hoyra saman, sum tvær síður av somu søk. Tílík handverk verða nú virðismett í størri mun. Tað er gleðiligt at síggja. Í eini tíð har nógv av okkum brúka dagin framman fyri telduni, hava nøkur okkara tørv á at skapa, at nema og gera okkurt ektað, rátt og vakurt. Flestu fólk hava tørv á at verða sædd, sum nakað serligt, og tað gevur binding okkum møguleika til. Sjálvt eitt plagg, har bindiuppskriftin verður fylgd nágreiniliga, vil altíð verða nakað serligt og unikt, tí tað er handbundið. Binding kann viðmælast kvinnum í øllum aldri og úr øllum samfelagsløgum. Tað er so lætt at hava eitt noða í handtaskuni, og tað eru ongi mørk fyri, hvat kann virkast burtur úr tí.

 

Kelda: “HNJ’s Ultimative Guide til Færøerne, Færøsk strik” 2011.

|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin