í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Sandoy - Smáark, óstemplað

Sandoy grøn og heldur lág, gras á nærum hvørjum bletti” sigur Hans Andrias Djurhuus í einum sangi.

Útgávudagur: 18-09-2006
Vørunr.: PPS000906
Virði: 60,00


­Sandoy grøn og heldur lág, gras á nærum hvørjum bletti” sigur Hans Andrias Djurhuus í einum sangi. Av teimum fimm stóru oyggjunum í Føroyum er hon tann minsta, 112 km2 í vídd. Sum skaldið sigur, er hon væl lægri enn hinar stóru oyggjarnar, men eisini betri vallað. Landbúnaður hevur tí havt stóran týdning á vinnuøkinum. Saman við smáu oyggjunum sunnanfyri, Skúvoy og Dímun er hon fyrisitingarliga ein eind, ein sýsla, eitt prestagjald og í gomlum døgum eitt vártingsøki.

 

Ferðasambandið millum Sandoynna og meginøkið við høvuðsstaðnum Tórshavn hevur frá gamlari tíð verið um Skopun, norðast á oynni, men har var eingin bygd, bert eitt neyst, har flutningsbáturin, eitt áttamannafar, stóð. Men tíðliga í 19. øld varð tikið stig til, at bygd skuldi grundast her, og í 1833 vórðu fyrstu húsini reist. Bygdin liggur væl fyri til útróður, tí stutt er at koma til miðis bæði fyri eystan og fyri vestan. Hon vaks tí nógv heilt fram til miðjuna á farnu øld. Manntalið er 484 (2005). Bygdin fekk kirkju í 1897, og hon sæst á frímerkinum. Fyri 15 árum síðani varð ferjulega bygd við Gomlurætt nakað norðanvert Kirkjubø, so farleiðin til Sandoynna styttist niður í helvt. Nú er ætlan at gera tunnil undir Skopunarfjørð.

 

9 km sunnanvert Skopun liggur bygdin á Sandi, 593 fólk (2005). Hon hevur frá landnámi verið høvuðsbygdin í oynni, og har eru 13 gamlir býlingar, sum fyri ein stóran part eru samanvaksnir. Undir grevstri í kirkjugarðinum í 1863 varð ein myntskattur funnin. Av 98 silvurmyntum eru tær elstu frá um ár 1000. Í 1969-70 fór útgrevstur fram undir núverandi kirkju, og tá var komið fram á leivdir av fimm eldri kirkjum, hin elsta ein stavkirkja frá um ár 1100. Seinastu árini er útgrevstur farin fram í bakkanum nakað norðan fyri kirkjuna, og har eru funnin prógv fyri búseting um ár 900. Kirkjan, ið nú stendur, er bygd í 1839 og er ein av tíggju gomlu trækirkjunum í landinum. Myndin á frímerkinum er málað úr býlinginum í Trøðum, har tingstaður var í gomlum døgum. Í baksýni sæst ytsti partur av bygdini og aftanfyri hana Skúvoy.

 

Á eystursíðuni á oynni eru tríggjar bygdir. Tann norðasta og størsta er Skálavík, 182 fólk (2005), sum er gomul bygd, helst frá landnámstíð. Hon hevur stóran slættan bø, og gomlu býlingarnir liggja í einum ringi rundan um hann. Teir eru fýra í tali. Upprunabygdin hevur helst ligið niðri við sjógvin, nær við, har eldru kirkjurnar stóðu. Tann seinasta var tikin niður í 1891, og nýggj kirkja varð tá bygd miðskeiðis inni í bønum. Upprunabúplássið varð niðurlagt um ár 1600, tá flutt var inn í dalin. Skálavík hevur í 19. og 20. øld fostrað fleiri rithøvundar og skald. Hin kendasti er Heðin Brú, og skálvíkingar reistu honum ein minnisvarða á hundrað ára degi hansara. Skálavík er brimpláss, men fyri einum 30 árum síðan fekk bygdin bátahavn, sum sæst á frímerkinum.

 

Sunnan fyri hana liggur Húsavík, 80 fólk (2005). Henda bygdin er eisini gomul, helst frá landnámstíð. Hon hevur tveir gamlar býlingar, men søgn er, at høvuðsbygdin var í Kvíggjagili vestan fyri ánna, har víst verður á húsatoftir, og har eisini kirkja og kirkjugarður vóru. Søgn er, at bygdin doyði út av svartadeyða, og aftaná varð hon flutt eystur um ánna. Ein sera rík kvinna, nevnd Hústrúin, var í bygdini, og søgnin sigur, at hon og maður hennara grundaðu bygdina aftur. Grótgarðurin, hon lat gera um kirkjugarðin, stendur enn. Eisini veggirnir í hoyløðuni og tað steinsetta túnið minna um hennara stórbæri. Á frímerkinum hómast kirkjan, sum var bygd í 1863, og høgrumegin eini um 130 ára gomul hús, sum vera varðveitt sum fornminni. Húsavík er hvalvág, og har doyggja grindir av og á.

 

Dalur er syðsta bygdin í oynni og lítil bygd, 48 fólk (2005), men hagin er góður, og serliga feitilendi Skorin syðst á oynni. Har byggir nógvur lundi, og hann ger, at gróðurin er nógvur, og verður seyðurin tí sera góður. Dalur er gomul bygd og sæst í gomlum skjølum, at hon eisini varð nevnd Varmadalur, men hon er neyvan so gomul sum hinar báðar eysturbygdirnar. Hon hevur ligið sera avskorin og fekk ikki vegasamband fyrr enn í 1963. Vegurin liggur gjøgnum eina bratta líð, og grót og skriðulop oman á vegin eru ikki sjáldsom fyribrigdi. Nú er talan um at bora tunnil gjøgnum fjallið millum Húsavík og Dal. Bygdin fekk kirkju í 1957, og hómast hon høgrumegin á frímerkinum.

 

Vestan fyri Dal liggur Skarvanes, sum altíð hevur verið lítil bygd. Hon er gomul bygd, og fólk hevur búð har, í hvussu so er, frá um ár 1500. Bygdin var millum bestu kornpláss í landinum, og hagin rættiliga góður, so livilíkindini vóru hampilig, hóast møguleikar fyri útróðri vóru smáir, tí brimpláss er. Fráflyting hevur verið, og ár 2000 doyði seinasta fólkið á Skarvanesi. Har er tí eingin fastbúgvandi í dag, men í Djúpadali 2 km norðanfyri býr eitt húski. Á frímerkinum síggjast húsini í bygdini, sum nú mest verða nýtt sum summarhús. Í baksýni síggjast Stóra og Lítla Dímun.

 

Á vestursíðuni á Sandoynni um 4-5 km vestan fyri Sands bygd er ein lítil vík, sum eitur Søltuvík. Har hava menn av Sandi lagt trøð inn fyri hundrað árum síðani. Koyrivegur er til víkina, sum er sera náttúruvøkur. Víkin er avbyrgd av einum skergarði, so ikki slepst inn á hana uttan við lítlum báti í besta veðri. Í ódnarveðri í november 1895 rak eitt bretskt dampskip, um 3000 tons stórt, á henda skergarð og sakk. Av manningini og ferðandi umborð bjargaðist bert ein maður. Hann slapp uppá eina lastalúku og rak við streyminum, til hann fjúrtan tímar seinri varð bjargaður á land í Kirkjubø. Lastalúkan verður nýtt sum borðpláta í roykstovuni í Kirkjubø. Á frímerkinum sæst brim í Søltuvík og í baksýni ein spískur drangur, sum gjørdist leysur úr oynni eftir eitt øgiligt omanlop í 1939.

 

 

|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin