21-06-2012

Føroyar gjørdist nummar tvey

Føroyar eiga næst vakrasta Europa frímerkið!
 
Føroyska Europa-frímerkið av Trøllanesi, gjørdist nummar tvey í stórari frímerkjakapping.
Ein 7-mannanevnd mannað við bæði frímerkjasavnarum og listafólki, skuldi kjósa tað vakrasta av teim 55 Europa-frímerkjunum, sum eru givin út í ár.
Nummar eitt gjørdist tað russiska frímerkið og føroyska Trøllanes-frímerkið gjørdist nummar tvey. Áland/Finland gjørdust nummar trý. Eyðbjørn Jacobsen hevur tikið myndina, sum er á føroyska frímerkinum.
 
 
 

Tíðindi
17-05-2013
Posta Stamps nr. 16 er útkomið.  
29-04-2013
Í dag gevur Posta út nýggj frímerki, ið mynda postbilar og rottu og mús.  
25-02-2013
Í dag gevur Posta út fleiri nýggj frímerki, ið mynda ávíkavist føroyska bátin, smálomb og sjógæti  
26-11-2012
Posta enn einaferð vunnið heiður í Kina.