Fyri umleið 200 milliónum árum síðani lógu øll londini saman á knøttinum sum eitt stórt meginland, Pangea, nevnt. Norðuratlantshavið var ikki til, Norðuramerika, Grønland og Vestureuropa lógu saman eins og Norðuramerika og Norðurafrika.
Tíðlliga í miðøld jarðar fór meginlandsskorpan millum Norðuramerika og Vestureuropa at støkka og pláturnar (landaøkini) báðumegin rivuna fóru at reka burtr hvør frá aðrari.
Á okkara leiðum fór havbotnsspjaðingin fram í trimum stigum seinast í miðøldi og nýøld jarðar.
1. Fyrsta stigið fór fram, har Hetlandsrennan og Rockallrennan nú eru; tað var sundurtøkan í eina amerikanska og eina euroasiaka plátu.
2. Næsta stigið fór fram millum Grønland og Labrador, so hesi londini vóru sundurskild.
3. Triðja og seinasta stigið, fyri um leið 60 milliónum árum síðani, byrjað tá Grønland og Føroya-Rockallgrunnurin tóku seg sundur. Spjaðingin fór tá fram eftir eini rivu, tí núverandi Miðatlantsrygginum. Víðfevnd eldgos tóku seg upp sum nýggj innskot í meginlandaskorpuni og sum opin eldgos í Grønlandi, á Føroya-Rokallgrunninum og suður til landnyrðingshornið á Írlandi. Økið tók at søkka, so at Føroya-Rockallgrunnurin - Rockall undantikin - og stórir partar av bretska útnyrðingslandgrunninum komu undir sjóvarmálan.
Eini 70 av jarðarskorpuni er havskorpa, sum er vorðin til við grótbræðingum frá eldgosum í samband við havbotnspjaðing. Tílík øki liggja vanliga undir djúpum vatni og eru tí trupul at kanna. Føroyar eru eitt serstakt økið við tað, at partar av tilgongdini í samband við havbotnspjaðing kunnu eygleiðast oman fyri sjóvarmálan.
Víðastur er landgrunnurin eystan fyri oyggjarnar. Uttarlaga á honum eru bankarnir Nólsoyarbanki (138 m), Sandoyarbanki (149 m) og Suðuroyarbanki (160 m).
Í ein landsynning úr Føroyum gongur botnurin líðandi niður móti 200 metra dýpi eini 50 km úr landi. Hiðani gongur botnurin brattari niður móti 400 m og síðani spakuliga upaftur móyi 200 m. Umleið 120 km úr landi byrjar hellingin út í Hetandsrennuna.
Í ein útnyrðing úr oyggjunum gongur botnurin líðandi niður móti 200 m. Norður eftir sjálvum ryginum, milllum Føroyar og Ísland, er dýpið 400 m til 600 m.
Tað mesta av havbotninum út eftir landgrunninum er basalt eins og oyggjarnar sjálvar. Ofta er botnurin kullutur hellubotnur við grovum sandi og skeljabrotum; bleytur botnur er bara inni á summum fjøðrum og úti á djúpum vatni.
Í ein útsynning úr Suðuroynni, á grunninum millum Føroyar og Rockall, eru Føroya-banki (90 m), Ytribanki (Bill Bailey's bank, 53 m) og Ytstibanki (Lúsabanki, 223 m). Grótslagið oman á bankanum er haslættabasalt, eins og tað er í Føroyum. Bankarennan millum Føroyabanka og Suðuroynna gongur niður móti 900 m, har hon er djúpast. Sunnan fyri oyggjarnar bendir hon eysturá út í Hetlandsrennuna.
Botnviðuskiftiniføra við sær, at føroyski landgrunnurin og íslandsryggurin eru ein gátt fyri vatnútskiftingina millum tað heitara Atlantshavið sunnanfyri og djúpa kalda norðurdjúp norðanfyri. Heitt vatn úr Atlantshavinum rennur yvir Íslandsryggin inn í Norðurdjúp. Tað iltríka havvatnið verður avkølt, søkkur á botn og rennur sum ísakalt botnvatn úr Norðurdjúpinum fram við føroyska landgrunnin suður ígjøgnum Hetlandsrennuna inn aftur í Atlantshavið. Vatnútskiftingin millum Atlantshavið og Norðurdjúp sum verður stýrd av føroysku botnviðuskiftunum, er partur av vatbrenslinum kring øll heimshøvini.