Norðuroyggjar
Vørunummar: PPA994853 Útgávudagur:

Føroyar eru oyggjaland, 18 oyggjar í tali, og tær 6 norðastu og eystastu liggja sum ein eind og hava felagsnavnið Norðuroyggjar. Hesar oyggjar eru eisini ein fyrisitingarlig eind, ein sýsla og í gomlum døgum eitt prestagjald og eitt vártingsøki. Tær eru høgar og brattar, og lítið av dyrkilendi er í mun til restina av landinum. Men seyðurin í Norðoyum er óføra góður.

 

Oyggjarnar liggja nær við fiskimiðini norðan- og eystanfyri Føroyar, og tá ið útróðurin við áttamannaførum og smærri bátum tók seg upp í seinru helvt av 19. øld, komu nógvir menn sunnan av landi norður higar at rógva út um várarnar og út á summarið. Hetta skapti trivna í teimum mongu smáu bygdunum. Men hesin vinnuvegur helt næstan uppat, eftir at bretskir trolarar í stórum tali komu higar at veiða við troli um aldarskiftið 1900.


Men júst um somu tíð tók slupptíðin dik á seg í Føroyum, og nú eru tað bygdirnar við skipahavnum, sum fara at vaksa. Bygdirnar í Norðuroyggjum eru í allar flestu førum brimpláss. Tó, ein sera góð skipahavn er har, og tað er Norðuri í Vági, sum tíðliga í hesi øldini broytti navn til Klaksvík. Henda bygd fór nú at vaksa í stórum, og mitt í hesi øldini gjørdist henda til næststørsta bý í landinum. Gjøgnum alla 20. øld er vinnumynstrið í Føroyum broytt grundleggjandi, og Føroyar eru farnar frá einum naturalsamfelagi til eitt peningasamfelag við fiskivinnu sum høvuðsvinnu. Hetta hevur havt eina miðsavnan við sær, sum serliga er gingin út yvir tær óhøgligast liggjandi bygdirnar.

Norðuroyggjarnar eru:
Fugloy, sum hevur fingið navn av tí nógva fugli, ið har búleikast, er tann minsta, 11km², og hon liggur eisini longst burtur frá hinum. Tær báðar bygdirnar í oynni eru brimpláss, og hetta saman við hennara fjarleiki hevur gjørt, at fólkatalið er nógv minkað.

Svínoy hevur fingið navn av svínahaldi, sum var vanligt í Føroyum í víkingatíðini og inn í miðøldina. Hon er nógv størri enn Fugloy, 28 km², men liggur eisini langt burtur frá miðøkinum, so fólkatalið har er eisini nógv minkað.

Tær tríggjar størstu oyggjarnar, sum liggja í miðjuni, eru bundnar saman við byrgingum, og vegir og tunnlar eru gjørdir, so koyrandi er millum allar bygdirnar. Tann eystasta er Viðoy, 41 km², og hon hevur navn eftir tí nógva rekaviði, sum kemur á land í Viðvík á eystursíðuni á oynni. Høvuðsbygdin er Viðareiði, sum er kend fyri sín náttúruvakurleika og hevur verið prestasæti frá fornari tíð. Norðan fyri bygdina røkkur Villingadalsfjall upp í 844 m hædd, tað hægsta fjallið í Norðuroyggjum og nr. 3 í Føroyum. Norðurendin er Enniberg, sum reisur seg sum ein 650 m høgur og steyrrættur múrur upp frá sjónum.

Mitt í Norðoyggjum liggur tann størsta, Borðoy, 95 km². Hon er nógv innskorin og hevur tí nógvar endar, barð, og oyggin hevur fingið navn eftir hesum barðum. Nógv tað størsta plássið er býurin Klaksvík, sum við sínum 4600 fólkum hevur 80% av fólkatalinum í Norðuroyggjum. Hon er eisini størsta fiskivinnuhavnin í landinum. Í 1837 bygdi Kongaliga einahandilin úthandil í Klaksvík. Tá ið einahandilin helt uppat, vórðu handilshúsini seld. Í dag eru tey karmur um fornminnissavnið í býnum. Í 1963 fekk Klaksvíkin nýggja stásiliga kirkju, sum hóskar sera væl til príðiligu fjøllini uttanum býin.

Kunoy, 36 km², er tann í miðal hægsta oyggin í Føroyum, har 6 av fjøllunum røkka upp um 800 m. Oyggin hevur tvær bygdir, sum við byrging og tunnli hava fingið vegasamband við Klaksvíkina. Navnið hevur hon av einum drangi við norðurendan, sum eitur Konan.

Tann vestasta av Norðuroyggjum er Kalsoy. Hon er long og smøl og 31 km² til víddar. Hon hevur 4 smáar bygdir, sum eru bundnar saman við vegum og 4 tunnlum. Norðast á oynni var ein drangur, sum nú er burtur. Hann æt Kallurin, og hann hevur givið oynni navn.
 

Tíðindi
17-05-2013
Posta Stamps nr. 16 er útkomið.  
29-04-2013
Í dag gevur Posta út nýggj frímerki, ið mynda postbilar og rottu og mús.  
25-02-2013
Í dag gevur Posta út fleiri nýggj frímerki, ið mynda ávíkavist føroyska bátin, smálomb og sjógæti  
26-11-2012
Posta enn einaferð vunnið heiður í Kina.