
| Vørunummar: PPA997376 | Útgávudagur: |
Nólsoy
Hon er ein av smáu oyggjunum í Føroyum, 10 km² til víddar, og liggur stutt eystan fyri høvuðsstaðin Tórshavn. Hóast Nólsoy er 372 m høg, so er hon tann lægsta av øllum 18 oyggjunum í Føroyum.
Í sanginum hjá Hans Andriasi Djurhuus “Lítið yvir Føroyaland” tekur hann soleiðis til: “Nólsoy ryggin úr sær spennir, stendur stinn - so long og mjá, verjir fyri Havnarvág”. So einfalda og sigandi lýsing kann bert eitt skald gera. Vit fáa at vita, hvussu oyggin sær út, og hvønn týdning hon hevur fyri høvuðsstaðin Tórshavn. Um oyggin ikki var, so var Tórshavn ikki høvuðsstaður Føroya. Um ár 1400 er navnið á oynni skrivað “Nors-oy”, og málfrøðingar halda navnið hava fornnorrønan uppruna í týdninginum tann smala ella mjáa oyggin. Serliga mjá og lág er hon, har bygdin liggur. Ja, tá ódnarveður er eystaneftir, hendir tað seg, at tað brýtur tvørtur um tað lægsta.
Oyggin hevur fostrað fleiri kend fólk, bæði kvinnur og menn, men nógv kendastur er okkara stóra tjóðarhetja Nólsoyar-Páll (1766-1808). Hann stríddist móti teirri ringu viðferð frá donsku embætismonnunum í Føroyum, sum fólkið í landinum leið undir. Hann var stórt skald, og í hesum stríði nýtti hann eisini sínar skaldagávur.
Undir Napoleonskrígnum varð kornflutningur úr Danmark til Føroya forðaður, og á eini kornflutningsferð úr Onglandi gekk hann burtur. Í 1893 bygdi danska “Farvandsvæsenet” vita syðst á Nólsoy, og er hann tann størsti í danska kongaríkinum.
Fólkatalið í oynni, tá ið tað var størst (1970), var um 350, men sum í øllum teimum smáu oyggjunum er tað minkað, og nú búgva umleið 250 fólk í Nólsoy
Skúvoy
Hon er eisini 10 km² til víddar og liggur í ein útsynning úr Sandoynni. Oyggin hevur navn eftir fuglinum skúgvi (stercorarius skua), sum í landnámstíðini man hava átt har í stórari mongd. Hesin stóri og vakri fuglur heldur mest til í londunum í Norður-Atlantshavi, serliga í Íslandi og Hetlandi. Nakað av honum eigur í Føroyum eisini, og serliga nógv av honum er í Skúgvi. Gongur tú í haganum har, tá ið fuglurin hevur vorpið, skjýtur hann seg dúgliga, um tú nærkast hansara øki.
Bygdin í Skúgvi liggur á eystursíðuni, og har búgva eini 90 fólk, sum liva av fiskivinnu og landbúnaði. Tá ið fólkatalið eftir seinra heimsbardaga var uppá tað hægsta, búðu har dupult so nógv fólk. Vestursíðan á oynni er steyrrætt berg, og har eigur ein mongd av bjargafugli, serliga lomviga (uria aalge), og eggjaræning hevur verið drivin sum ein munandi vinna í Skúgvi. Fyrst í 20. øld kundu teir koma upp í eini 25-30.000 lomvigaregg um árið. Men lomvigin er minkaður nógv seinru árini, so eggjarræningin er næstan hildin uppat.
Skúvoy er kend úr Føringasøgu, tí har búði høvdingurin Sigmundur Brestisson, sum kom við kristindóminum til Føroya ár 1000. Við svørði í hond noyddi hann fókið at taka við hesi nýggju trúgv. Hann verður serliga nógv umrøddur í dag, tí Føroyingar í ár hátíðarhalda, at 1000 ár eru liðin, síðan Føroyar vórðu kristnaðar.
Hestur
Oyggin liggur millum Streymoynna og Sandoynna og er bert 6 km² til víddar, men har hevur fólk búð líka frá landnámstíð ella eldru miðøld. Elsta búplássið man hava verið á syðsta enda á oynni, úti á Hæli, tí har finnast leivdir eftir fornari búseting, og har er besti sólagangur, so korn hevur búnast væl. Men av tí at eingir møguleikar eru at søkja sjógvin haðani, eru hestmenn fluttir hagar, bygdin nú er.
Oyggin er rættiliga høg (421 m), og í erva er hon ein stórur slætti við fleiri smáum og vøkrum vøtnum. Í sambandi við at nýggj ferjuhavn varð gjørd á vestursíðuni á Streymoynni, og nógv grót mátti spreingjast burtur, varð ein partur av hesum gróti førdur yvir um Hestsfjørð og nýttur til nýggja havn í Hesti, sum hevur givið sjóvinnuni og samferðsluni við oynna stórar fyrimunir.
Hóast bygdin er lítil, undir 50 fólk, hevur hon svimjihøll. Hestmenn liva av fiskivinnu og landbúnaði, men eins og í Skúgvi er vestursíðan á Hesti bratt berg, og fuglaveiðan hevði rættiliga stóran búskaðarliga týdning fyrr, serliga lundafleyggj.
Koltur
Í ein útnyrðing stutt frá Hesti liggur Koltur, sum er minsta bygda oyggj í Føroyum, 2,5 km² til víddar. Har býr bert ein familja, sum hevur oynna í festi frá tí almenna. Umleið helvtin av Føroya jørð er almenn jørð, sum er býtt sundur í bóndagarðar, sum verða festir til ávísar bøndur. Ein av hesum gørðum er oyggin Koltur.
Stórur partur av oynni er eitt høgt fjall, ið hevur givið henni navn, og navnið er av fornnorrønum uppruna, kemur av gamla orðinum “koltr”, ið merkir fjallaknúkur. Koltur eins og Hestur er bygd longu í landnámstíð ella stutt eftir. Upprunaliga hevur oyggin verið ein garður, men hann er býttur í tveir garðar tíðliga í tíðini, og soleiðis eru komnir tveir býlingar. Tann upprunaligi eitur “Heimi í Húsi”, og hin yngri “Norðuri í Gerðum”. Seinri fóru hesir garðar aftur sundur, soleiðis at tað vórðu 4 garðar. Fólkatalið vaks og var um 50, tá ið tað var uppá tað mesta.
Bóndahjúnini, sum nú eru, búgva “Norðuri í Gerðum”, og við hjálp av peningaligum stuðli frá almennum og privatum peningastovnum og grunnum er sett í verk eitt arbeiði at seta tann eldra býlingin, “Heimi í Húsi”, í upprunaligan stand við sethúsum og úthúsum. Ætlanin við hesum er at varðveita ein gamlan føroyskan býling.
|
||||
|
||||
|
||||
|