Czeslaw Slania, frímerki nr. 100
Vørunummar: DDT990903 Útgávudagur:

Útgávudagur: 22.09.2003 - Virði: 25,00 kr. - Nummur: FO 462 - Frímerkjastødd:  35,6 x 46,0 mm - stødd, ark: 80,0 x 99,75 mm - Sniðskapan: Emil Krause - Prentháttur: Offsett /Gravering - Prentsmiðja:  Posten Frimärken, Svøríki - Postgjaldsbólkur: B brøv upp til 1000 gr í Føroyum

 

 

Gravørurin Czeslaw Slania er kendur um allan heim fyri síni listarligu verk og sítt ótrúliga ágrýtni. Hann hevur graverað meiri enn 1000 frímerki – og er hetta eitt heimsmet, sum helst ongin kemur nær.

Czeslaw Slania er føddur 22. oktober, 1921 í lítla polska býnum Czeladž. Longu sum smádrongur vísti hann evnir til at arbeiða við smáum sniðum, tá hann nýtti pengaseðlar sum fyrimynd fyri tekningar hansara. Hann teknaði eisini pinkumyndir av floksfelagum og av hestum. Hann var útlærdur á Listaháskúlanum í Krakow, sum er ein av mest viðurkendu skúlunum fyri grafiska list. Meðan hann las, fekk hann arbeiði hjá polsku ríkisprentsmiðjuni, har hann arbeiddi í 6 ár.

Í 1956 flutti 35 ára gamli Slania til Svøríki, har hann fór at arbeiða fyri svenska postverkið. Hann hevur graverað frímerki fyri svenska postverkið í meira enn 40 ár. Síðan hann byrjaði at gravera fyri svenska postverkið, eru fleiri onnur lond vorðin fastir kundar hjá honum. Hann er síðan heiðraður sum kongligur gravørur í Svøríki, Danmark og Monaco, og hevur vunnið mangar virðislønir fyri tær snøggu og neyvu gravururnar. Umframt frímerki, hevur hann eisini graverað pengaseðlar, og fleiri privat verk, sum hann hevur gjørt ”til stuttleika”. Her kann nevnast ein røð av kendum kvinnuligum filmleikarum, og ein røð við heimsmeistarum í boksing frá 1889 til 1964.

Slania er ein fjølbroyttur listamaður. Tað sæst á teimum mongu evnunum hann arbeiðir við, sum fevna um alt frá kongaligum andlitsmyndum, og plantu- og djóraríkinum til filmstjørnur. Hann hevur enntá tíð og pláss til at seta sítt persónliga eyðkenni á tey evarska lítlu listaverkini m.a. eina keipumynd av honum sjálvum ella nøvn á vinum.

”Tað er ein fragt at myndevnini eru so fjøltáttað”, sigur Slania. ”Hetta ger tað meiri áhugavert at arbeiða sum gravørur. Mær dámar best at arbeiða, tá fleiri ymiskir smálutir eru í einum myndevni, so sum hestar, skýggj, ber húð ella kanska ein brosja….. Hetta ger arbeiði deiliga fløkt, akkurát sum á mínum frímerki nummar 1000.”

Czeslaw Slania hevur graverað tey fyrstu frímerkini, sum Postverk Føroya gav út í 1976, og hevur síðan hann í alt graverað hundrað føroysk frímerki.
 

 


”Dansur í roykstovu”
Emil Krause (1871-1945) var útlærdur málari og grafikari. Han búði í Farum í Danmark, men búði tvey tíðarskeið í Føroyum (í 1904 og í 1932) har hann millum annað málaði málningin ”Dansur í roykstovu” (1905), sum ímyndar føroyskan dans í eini roykstovu á Viðareiði. Málningurin hongur í dag í býráðssalinum í Tórshavn. Eitt sum sermerkir hendan málningin er at Emil Krause málaði tveir líkar málningar av sama myndevni. Hin málningurin, sum er vístur í faldaranum, hongur í býráðssalinum í Klaksvík.


Emil Krause er serliga kendur fyri sínar málningar av m.a. gerandislívinum hjá føroyskum sjómonnum og myndevnum úr Keypmannahavn, s.s. lýsingar av sjómanskonunum við Gammel Strand. Harumframt hevur hann málað fleiri andlitsmyndir, landslagsmyndir, myndir úr gamla býarpartinum í Keypmannahavn og av bygdum í Danmark. 

Tíðindi
17-05-2013
Posta Stamps nr. 16 er útkomið.  
29-04-2013
Í dag gevur Posta út nýggj frímerki, ið mynda postbilar og rottu og mús.  
25-02-2013
Í dag gevur Posta út fleiri nýggj frímerki, ið mynda ávíkavist føroyska bátin, smálomb og sjógæti  
26-11-2012
Posta enn einaferð vunnið heiður í Kina.