
| Vørunummar: PPA000607 | Útgávudagur: |
Útgávudagur: 11.06.2007 - Virði: 9,00, 20,00, og 25,00 kr. - Nummur: FO 604-606 - Frímerkjastødd: 30,5 x 40 mm - Prentháttur: Offset - Prentsmiðja: LM Group, Kanada -
Postgjaldsbólkar:
(9KR) Innanoyggja brøv upp til 100 g og B-brøv upp til 20 g til lond uttanfyri Europa
(20KR) A-brøv upp til 100 g til lond uttanfyri Europa og B-brøv upp til 250 g til Europa
(25KR) Innanoyggja brøv upp til 500 g og A-brøv upp til 250 g til Europa
►
”Víkingagásin” - dýrur arvur frá landnámstíð
Føroyingar hava eina serliga gásamentan, og ongastaðni í grannalondum okkara síggjast so nógvir smáir gásaflokkar, sum tú sært allastaðni í Føroyum, tað verið seg á bø, trøð ella í haga.
Eftir øllum at døma stavar føroyska gásin beinleiðis frá gæsnum, ið landnámsfólkini tóku við sær úr bretsku oyggjunum og heimaslóðum eystanfyri. Í Skandinavisk Fjerkræstandard varð hon í 1990 lýst sum serstakt gásaslag, og í ”Geflügel Börse” (merkir keypsskáli fyri heimafugl) nr. 15, 1993 verður mett, at føroyska gásin umboðar elsta slagið av heimagásum í Evropu.
Gásaflokkurin á kápumyndini á faldaranum gevur varhuga av hvussu ymiskt littar føroysku gæsnar eru. Á okkara máli eru um tjúgu orð, ið lýsa ymsar gásalitir.
Í haganum á sumri
Á forsíðumyndini á faldaranum eru vit eftir gásum um mikkjalsmessu (hon er 29. septembur) og hava rikið saman tríggjar gásaflokkar. Gæsnar hava summarmánaðarnar ligið rættiliga hagfastar á hvør sínum øki, síðan tær vórðu sleptar í hagan seint á vári, og hava livað av stutta sevjuríka hagagrasinum uttan annað fóður av mannahond.
Innangarðs vetrarhálvuna
Enn síggjast gæsnar sumstaðni ganga leysar á bønum vetrarhálvuna, til tær aftur fara í hagan móti sumri. Í summum bygdum er bøurin so góður og umstøðurnar annars, at heldur ikki hesa ársins tíð fingu gæsnar fyrr eyka fóður. Tó var vanligt at geva, tá kavi var og beint undan og í verping.
Teir eginleikar, sum okkara lítla gás hevur í dag, eru tí gjøgnum øldirnar fyrst og fremst aldir fram av, at bert gæs, ið harðførar vóru og kravlítlar, fingu ungar undan.
Fyrr mest turkað til viðskera - á okkara døgum oftast jólamatur
Ungarnir verða nú vanliga fitaðir í tríggjar til fýra vikur, áðrenn teir verða dripnir. Áður varð tað mesta turkað at hava til viðskera, og enn er hetta vanligt, men flest allar gæs enda á okkara døgum sum jóladøgurði, og slík føroysk ”hagagás” ber av øllum.
Høsn og dunnur
– føroyska orðið ´dunna´ er av írskum (ella keltiskum) uppruna.
Helst hava høsn verið heimafuglur í Føroyum frá landnámsøld, meðan dunnur eftir øllum at døma eru komnar væl seinni. Landt (1800) sigur, at dunnur ”holdes kun i Thorshavn, og paa Landet af Præsterne og nogle faa Bønder”. Á gomlum myndum síggjast hinvegin sera ofta smáar dunnur, sutlandi í áum og ósum ella í fjøruni. Nógvastaðni høvdu flestu húsini bæði høsn og dunnur – ofta fýra til seks av hvørjum, og fyrst í 20. øld vóru á leið eins nógv høsn og fólk í Føroyum og heldur fleiri dunnur.
Sum áður nevnt gekk heimafuglurin manga staðni leysur á bønum og húsanna millum og søkti sær har sjálvur stóran part av føðini. At tað hevur borið til hjá okkum at latið gæs, dunnur og høsn soleiðis reika víða um úti, er heilt einfalt av tí, at revar ella onnur rándýr ikki eru í Føroyum.
Dunnurnar komu til húsa á kvøldi og fingu at eta, áðrenn tær vórðu riknar inn í kjallaran ella dunnuhúsið til morgunin eftir, og har vurpu tær eisini. Hendan lítla føroyska dunnan, ið dripin og reinsað einans vigar tvey til trý pund, er sera harðbalin fuglur og dugir væl sjálv at søkja sær føðina. Hon verpur væl, tekur tú eggini frá henni so hvørt. Letur tú hinvegin eggini liggja í reiðrinum, legst hon vanliga skjótt, tá eggini eru nóg nógv.
Høsnini húsaðust í einum horni í kjallaranum, har reiður og vagl var gjørt teimum. ”Landbruget på Færøerne” 1924 sigur, at ”Der holdes flere forskellige Hønseracer, og de allerfleste Nytteracer af Høns, der holdes i andre Lande, er ogsaa prøvet her paa Øerne”.
Gamla høsnaslagið er sostatt longu tá væl blandað við innflutt sløg, og hendan blanding hevur hildið áfram síðan. Høsn í Føroyum hava tí allar dagar verið fjølbroytt samanseting av litbrigdi og skapi. Serliga í húsum, har eingin jørð var, hevur hetta at hava heimafugl verið sera týdningarmikið upp at okkara døgum, bæði til matar og búskaparliga.
Í 2006 savnaði HEILSUFRØÐILIGA STARVSSTOVAN upplýsingar um heimafugl í Føroyum og kom fram til hesi tøl: 1.744 dunnur, 2.590 gæs, 2.469 høsn og 27 kalkunir.
Andrias Reinert
|
||||
|
||||
|
||||
|