Drotning í 40 ár. Útgávudagur: 04.01.2012. Virði: 10,50 kr. Nummur: FO 724
Frímerkjastødd: 43,39 x 53,50 mm. Snið: Mikael Melbye. Myndristari: Martin Mörck Prentháttur: Stálprent/offsett
Prentsmiðja: Post Danmark Frimærker . Postgjaldsbólkur: Smábrøv til Evropu 0-50 gr
Tann 14. januar 2012 eru 40 ár liðin síðan hennara hátign Margreta drotning II tók við donsku trúnuni og varð sett sum drotning av Danmark. Margreta drotning er ríkisleiðari í danska ríkisfelagsskapinum, ið umfatar Danmark, Grønland og Føroyar. Í samband við 40 ára merkisdagin hjá Drotningini, útgevur Posta, saman við Post Danmark og Post Greenland, eitt frímerki og eitt smáark.
Margreta drotning varð borin í heim tann 16. apríl 1940 á Amalienborg í Keypmannahavn. Foreldur hennara vóru táverandi krúnprinsurin Fríðrikur, seinni Fríðrikur kongur IX av Danmark, og krúnprinsessan Ingrid. Í 1944 og 1946 fekk krúnprinsaparið tvær døtur afturat, prinsessurnar Benedikte og Anne-Marie av Danmark.
Tann lítla prinsessan varð doypt tann 14. mai 1940 í Holmens Kirke í Keypmannahavn. Hennara fulla navn gjørdist Margrethe Alexandrine Þórhildur Ingrid. Um hetta mundið høvdu kvinnur ikki arvarætt til krúnuna, so tað var ikki fyrr enn arvalógin frá 27. mars 1953 varð samtykt, at Margreta gjørdist krúnprinsessa av Danmark. Tann 16. apríl 1958 gjørdist Margreta krúnprinsessa limur í Ríkisráðnum og virkaði sum leiðari av ríkisráðsfundunum, tá Fríðrikur kongur ikki var tøkur.
Útbúgving
Margreta prinsessa fekk sína fólkaskúlaútbúgving á Zahles Skole í Keypmannahavn frá 1946 til 1955. Tey fyrstu árini gekk frálæran tó fyri seg heima á Amalienborg. Eftir eitt stutt skeið á kostskúla í Onglandi (1955-56) fór hon á studentaskúla og tók nýmálsligt studentsprógv á Zahles Skole í 1959.
Í 1960 tók krúnprinsessan Margreta filosofikum við fróðskaparsetrið í Keypmannahavn. Í 1960-61 las hon fornfrøði á University of Cambridge í Onglandi. Í tíðarskeiðinum 1961-62 las hon samfelagsfrøði á fróðskaparsetrinum í Århus, í 1963 las hon í Sorbonne í Fraklandi og í 1965 var hon á London School of Economics.
Hjúnarlag
Í 1967 giftist krúnprinsessan Margreta franska diplomatinum Henri Marie Jean André greiva de Laborde de Monpezat, ið við giftuni gjørdist Heindrikkur prinsur av Danmark. Tey fingu tveir synir, Fríðrik krúnprins, ið varð føddur tann 26. mai 1968 og Joakim prins, ið varð føddur tann 7. juni 1969.
Frá krúnprinsessu til drotning
Tann 14. januar 1972 doyði Fríðrikur IX. Dagin eftir varð krúnprinsessan staðfest sum Margreta drotning II, av táverandi forsætismálaráðharra Jens Otto Krag í borgargarðinum við Christiansborg.
Hennara hátign Margreta drotning II er konstitutionellur ríkisleiðari í Danmark, Føroyum og Grønlandi. Tað vil siga, at hon sum drottur ikki hevur politiskt vald – tað liggur hjá teimum demokratiskt valdu lóggávutingunum.
Drotningin og Fólkatingsval
Tá val skal skrivast út til danska Fólkatingið, vitjar sitandi forsætismálaráðharrin Drotningina og letur henni sína fráfaringarumbøn. Tá valið er av, heldur Drotningin eitt sokallað Drotningarumfar, har tvey umboð fyri hvønn valdan flokk vitja hana og viðmæla ein leiðara til nýggjar stjórnarsamráðingar. Hesin persónurin verður síðan innkallaður og útnevndur til formellan samráðingarleiðara. Tá samráðingarnar eru av og nýggj stjórn skipað, vitjar nýggi forsætismálaráðharrin saman við ráðharrunum aftur Drotningina til endaliga góðkenning.
Ríkisráð
Eina ferð um vikuna verður eitt sokallað ríkisráð hildið í Danmark, har Drotningin hittir forsætismálaráðharran og stjórn. Á hesum fundi verður Drotningin ella hennara varafólk kunnað um stjórnararbeiðið. Tað er eisini á hesum fundi, at Drotningin skrivar undir nýggjar lógir saman við ráðharra.
Nýggjársrøðan
Á hvørjum ári, tann 31. desember, heldur Margreta drotning nýggjársrøðu, ið verður send beinleiðis í Danmark, Føroyum og Grønlandi. Hesin siður er sera væl umtóktur í øllum ríkinum, og hóast Drotningin ikki skal taka støðu til politisk mál, hendir tað seg, at onkur viðmerking fellur um mannarættindarlig ella moralsk mál.
Aðrar skyldur
Sum ríkisleiðari skal Drotningin standa á odda fyri almennum vitjanum, bæði tá hon sjálv vitjar fremmand lond og tá fremmandir ríkisleiðarar vitja Danmark. Danska drotningin er formelt ovasti fyri donsku verjuna. Tað er eisini Drotningin, ið formelt bjóðar sendiharrum frá fremmandum londum vælkomnum til Danmarkar. Harafturat hevur Drotningin mangar umboðandi skyldur í sambandi við ársdagar, vígslur, frumframførslur, tá heiðursmerki skulu handast og so framvegis.
Einaferð um árið ger Drotningin eina sokallaða summarferð, har hon vitjar danskar býir, oftast umborð á kongaskipinum Dannebrog. Henda summarferðin verður við jøvnum millumbili víðkað til eisini at umfata Føroyar og Grønland. Mannsterka uppmøtingin til hesar vitjanir bera boð um ein sera væl umtóktan ríkisleiðara.
Drotningin og Føroyar.
Síðan 1380 hava Føroyar verið partur av danska kongaríkinum. Fyrst sum norskt skattland, síðan við beinleiðis tilknýti til Danmark. Hóast politiska rákið hevur ført økjandi politiskt sjálvræði við sær, er Margreta drotning sera væl umtókt millum føroyingar, ið hava fylgt henni síðan hon sum barn vitjaði oyggjarnar fyrstu ferð. Fyrst saman við pápanum, Fríðriki IX- og seinni sum vaksin drottur við egnari familju. Hennara innlit og vitan um føroyska søgu og viðurskifti eru høgt í metum og ongin ivi er um, at stórur partur av føroyingum gleðast um hennara vitjanir.
Margreta drotning II er drotning føroyinga, eins væl og grønlendinga og dana – ongin ivi um tað.