Jólamerkini 2011
Vørunummar: PPX002011 Útgávudagur:

Jólamerkini 2011 – Jólagluggin

 

 

Nú eru ársins jólamerki komin út. Edward Fuglø hevur teknað jólamerkini, sum í ár avmynda jólagluggar. Gull-folia er prentað á tekstin og á greinarnar á arkinum og gevur hetta jólamerkjunum eina flotta útsjónd. Avlopið av jólamerkjasøluni fer sum vanligt til Jólamerkjagrunnin, ið hevur til endamáls at stuðla tiltøkum fyri børn og ung í Føroyum.

 

 

Hugleiðingar um jólagluggan:  


Tá ið jólagluggarnir so smátt byrja at tendra í ymisku býlingunum um landið, fyrst í adventini, er hetta eitt hitt fyrsta tekinið um, at nú fara jólini av álvara at nærkast.

 

Siðurin, at boða frá at innanveggja í hesum húsi verða jólini hildin, er elligamal. Ja, næstan líka gamal sum gluggin man verða her um okkara leiðir.

 

Í eldri tíð var tað vanligt at seta eitt kertuljós í gluggan jólaaftanskvøld, og aloftast brendi ljósið so alla náttina líka til jólamorgun ella til tað brendi út.Nøkur konufólk í húsinum vóru tá sitandi uppi til at ansa ljósinum, meðan húsfólkið annars fór niður, og friður legðist yvir lonina.

Hugnalig má jólanáttin hava sæð út. Tann mest heilaga náttin á árinum, har bygdin lá kavaklødd við spjaddu lýsandi gluggunum at hátíðarhalda Jesusbarnið og við glampandi stjørnunum omanfyri. Ein løta langt frá hinum vanliga gerandisdegnum, ið varð merktur av knossi og strevi, bara fyri at lívbjarga sær og sínum.

 

Seinast í nítjandi øld komu aðrir siðir, við meira jólaprýði uttanífrá til landið. Eitt nú okkurt pappírsklipp og tílíkt at heingja í gluggan. Hetta hevur, at byrja við, kanska einamest verið í vala húsunum í Tórshavn og á teimum størru plássunum, og spakuliga hevur siðurin so breitt seg um landið.

 

Tá so ravmagnið kom í tjúgundi øld og gjørdist alt vanligari, broyttust eisini jólagluggarnir. Nú bar til at keypa jólastjørnur úr pappíri at heingja í gluggan við ljós peru innaní og skjótt komu eisini ljósketur við lítlum ljósperum í alskyns litum at heingja upp. Ídnaðarkollveltingin gjørdi tilveruna meira handilsliga, og ikki minst jólini blivu partur av hesum ráki. Frá at hava verið ein høgtíð sum varð hildin ein ella tveir dagar, gjørdust jólini alsamt longri. Í dag er ikki óvanligt at jólagluggarnir prýða býlingarnar frá november til langt út í januar, og sigast má, at við tíðini er tað bert hugflogið, ið setur mørk fyri trongdini og gleðini at prýða til jóla.

 

Kertuljósið í glugganum er nú vorðið til eitt satt ljóshav, ið glitrar og glampar og blunkar við alskyns prýði. Heil hús, ja, skip og enntá heilar bygdir standa og skína, og tunga og myrka tíðin er sum blást burtur. Jólini eru barnanna hátíð, men eisini hjá okkum tilkomnu vaknar barnsliga sálin, og vit lata okkum fanga av jólahugnanum. Spent og glað fara vit aftur upp á ovastaloft at finna jólaprýði fram. Okkurt prýðiligt at heingja í jólagluggan.

 

Edward Fuglø

 

 

 

 

 

Tíðindi
17-05-2013
Posta Stamps nr. 16 er útkomið.  
29-04-2013
Í dag gevur Posta út nýggj frímerki, ið mynda postbilar og rottu og mús.  
25-02-2013
Í dag gevur Posta út fleiri nýggj frímerki, ið mynda ávíkavist føroyska bátin, smálomb og sjógæti  
26-11-2012
Posta enn einaferð vunnið heiður í Kina.