Útgávudagur: 22.09.2008 - Virði: 6,00 og 10,00 kr. - Nummur: FO 649-650 - Frímerkjastødd: 27,5 x 40,0 mm - Snið: Anker Eli Petersen - Prentháttur: Offset - Prentsmiðja: LM-Group, Kanada - Postgjaldsbólkur: (6,00) brøv upp til 50 gr í Føroyum og (10,00) brøv upp til 50 gr til Evropa.
►
Stutt sagt
”Eg skal líkaleiðis gera tykkum kunnugt, at eg havi tikið siðaskifti og eri vorðin kristin maður. Tey boð og ørindi havi eg frá Ólavi kongi, at venda øllum fólki í oyggjunum til rætta trúgv.”
Soleiðis skal Sigmundur Brestisson hava málborið seg á altinginum í Tórshavn uml. ár 1000, tá hann bar boðini frá norska konginum Ólavi Tryggvason um at Føroyar skuldi geva seg undir kristna trúgv. Men tað gekk ikki heilt eftir ætlan. Sambært Føroyingasøgu noktaðu tingmenn, undir leiðslu av Trónda í Gøtu, at lýða harraboð, og Sigmundur fór heim sum av torvheiðum.
Men tá orð ikki rukku til, tók Sigmundur til harðligari atferð. Eina náttina fór hann til Gøtu við tríati monnum, kringsetti garðin hjá Trónda og bað hin gamla velja millum kristni ella høvuðloysn. Har var ikki nógv í at velja hjá Trónda, hann gekk við til at lata seg kristna, varð doyptur, og: ”Sigmundur fór tá um allar Føroyar, og lætti ikki av, fyrr enn alt fólkið var kristnað.”
Soleiðis ljóðar tann vanliga frágreiðingin um hvussu Føroyar vóru kristnaðar, bygd á frásagnirnar í Føroyingasøgu, sum er skrivað uml. 200 ár eftir tilburðin.
Elsti kristindómurin
Í Føroyum finnast bert nøkur fá spor eftir tann elsta kristindómin. Í Skúvoy eru funnir gamlir gravsteinar við keltiskum og romanskum krossum. Aðrastaðnis finnast gamlar bønhúsleivdir við kringleiddum kirkjugarði, sum kann tulkast sum leivdir við íblástri frá írskum kristnasiði. Harafturat kemur so tann umfatandi útgrevsturin við kirkjuna á Sandi, har bæði tann elsta kirkjan og nakrar av grøvunum kunnu tíðarfestast til fyrstu kristnu øldirnar í Føroyum.
Av tí at tað ikki finnast skrivaðar keldur um kristnu barnaárini í Føroyum, mugu allir upplýsingar takast við fyrivarni. Til tað síðuna hava vit bara Føroyingasøgu at halda okkum til, og spurningurin um tað mundi finnast kristin fólk í Føroyum innan fyrsta aldamótið stendur ósvaraður.
Ein lítil einfaldur trækrossur
Men, sum við øllum góðum putlispølum, er ein brikkur ið ikki passar inn í myndina. Í árunum 1982-87 gravaðu fornfrøðingar víkingagarðin á Toftanesi í Leirvík út. Tey funnu mangar áhugaverdar lutir á staðnum, og ein av lutunum var ein lítil einfaldur trækrossur. Sum heild verður garðurin tíðarfestur til 900 árini, altso øldina undan føroysku kristnanini. Hettar kundi tí bent á at tað hava verið onkur kristin fólk í Føroyum undan tí almennu kristningini sum Føroyingasøga sigur frá.
Eg skal ikki kasta meg út í gitingar um evnið, bara staðfesta tað gátuna sum hesin lítli trækrossurin umboðar.
Skrúðgongukrossur
Nakrar øldir seinni eru vit á tryggari grund. Her finna vit ítøkilig prógv frá tí rómversku kirkjuni í Føroyum. Millum annað við tí vakra skrúðgongukrossinum úr Kirkjubø, sum var føroyska bispasetrið upp til siðaskiftið. Hesin krossurin er tíðarfestur til 14. øld og hevur helst verið nýttur til kirkjuligar skrúðgongur og halgisiðir. Krossurin er av viði, klæddur við tunnum koparblikki. Í holunum á armunum og í toppinum, hava helst sitið gimsteinar.
Vígslukrossur
Krossurin aftanfyri skrúðgongukrossin er ein sokallaður vígslukrossur (lat. Crux signata), sum enn í dag situr í múrverkinum á dómkirkjutoftini í Kirkjubø. Tólv tílíkir krossar vóru málaðir ella skornir í veggirnar á øllum katólskum miðaldarkirkjum. Teir umboða teir tólv apostlarnar – harav eisini heitið ”apostlakrossur” – og mótsett teimum stóru krossunum í kirkjunum, ið sum oftast hevði longri bul og ímyndaði krossfesting Krists, hava vígslukrossarnir fýra líka langar armar.
Vígslukrossarnir vórðu settir á tey støð sum vóru slett við vígdum vatni tá kirkjan var vígd. Hettar var oftast á støð ið vóru mett sum týdningarmikil, berandi veggir og súlur, veggir ið vendu móti kórinum og eisini á sjálvum altarinum. Undir vígsluni metur man at bispurin teknaði ein kross við vígdari olju á støðini, og seinni vóru so vígslukrossar málaðir ella skornir.
Vígslukrossarnir í Kirkjubø eru skornir í fitisteinsplátur sum so eru settar í múrverkið. Hvørt tað er gjørt undan ella eftir vígsluna skal eg ikki kunna siga, men vit vita at tólv tílíkar fitisteinsplátur hava sitið í múrunum, og fleiri av teimum sita har enn.
Anker Eli Petersen