Bjálvi við síðstadagsstempli, Gøta
Vørunummar: GØTA02010 Útgávudagur:

Tá postvirksemið í 2005 varð lagt í partafelag, bleiv dentur lagdur á, at posthús skuldi verða á ávísum plássum í Føroyum til ultimo 2010. Soleiðis varð lóguni frá 2005 um at leggja postvirksemið í partafelag ásett, at posthús skuldu vera á 21 plássum í Føroyum til ultimo 2010.


Longu í 2005 var greitt, at tørvurin á posthúsum fór at minka, tí posthústænasturnar fóru at verða avgreiddar á annan og meira tíðarhóskandi hátt, sohvørt sum tøkniliga menningin fór fram. Í áðurnevndu lóg varð tí ásett, at frá primo 2011 var bert neyðugt við posthúsum á 7 plássum í Føroyum.


Síðan postvirksemið varð lagt í partafelag, hevur Posta framhaldandi víðkað um nýtsluna av tøkni í tráðanini eftir at veita kundunum betri og betri tænastur.


Í 2008 setti Posta tær sokallaðu Posta Sjálv automatirnar upp 4 støð í landinum. Tað gjørdi, at kundin í størri mun sjálvur kundi gera av, nær hann ynskti at avgreiða síni postørindi.
Í 2009 setti Posta á stovn Posta Heima tænastuna, ið er at kalla eitt rullandi posthús, sum kundin kann fáa heim til sín. Kurérurin koyrir heim til kundan, og veitir honum alla vanligar posttænastur bæði á bygd og í bý.


Stutt eftir at Posta Heima tænastan var sett í verk, varð samstarvsavtala gjørd við handilsfyritøkurnar Samkeyp og Merko, ið eru matvøruhandlar við longum upplatingartíðum.

 

Her kann kundin nú avgreiða postørindi, sum t.d. brøv, tí har verða seld frímerki, brævbjálvar, stórir og smáir og postkassin hongur uttanfyri handilin. Tænastuna í Samkeyp og Merko handlunum rópa vit fyri Posta Her.


Týdningarmestu posthústænasturnar eru inngjøld og pakkaavheinting. Hesar verða í størri og størri mun avgreiddar umvegis heimabankan og Posta Heima tænastuna, soleiðis at alsamt færri vitjanir eru á posthúsunum.


Tíðin er búgvin til at minka talið av posthúsum í tráð við lógina frá 2005 um at leggja postvirksemið í partafelag. Ultimo desember 2010 verða tí 13 posthús latin aftur, og tey eru:


1. Eiði
2. Fuglafjørður
3. Gøta
4. Hvalba
5. Kollafjørður
6. Leirvík
7. Sandavágur
8. Skopun
9. Strendur
10. Sørvágur
11. Toftir
12. Vágur
13. Vestmanna


Í hesum sambandi fáa frímerkjasavnarar møguleikan at bíleggja bjálvar við frímerki og síðstadagsstempli, dagfest 30.12.2010.

Tíðindi
17-05-2013
Posta Stamps nr. 16 er útkomið.  
29-04-2013
Í dag gevur Posta út nýggj frímerki, ið mynda postbilar og rottu og mús.  
25-02-2013
Í dag gevur Posta út fleiri nýggj frímerki, ið mynda ávíkavist føroyska bátin, smálomb og sjógæti  
26-11-2012
Posta enn einaferð vunnið heiður í Kina.